Eldur í IRF bili

Mánakvøldið um hálvgum átta tíðina fekk Sløkkiliðið í Klaksvík eina fráboðan um, at roykur kom úr einum IRF bili, sum stóð heiman fyri Strandferðslubygningin við ferjuleguna

Klaksvík:
Tað var um hálvgum áttatíðina, at fólk kom gangandi eftir Nólsoyar Pálsgøtu og varnaðist, at roykur kom úr IRF bilinum. Boð vórðu send eftir Slokkiliðnum, sum bar skjótt at.
Tá teir komu á staðið, sendu teir boð eftir bilføraranum, tí ikki bar til at fáa lúkuna upp á bilinum uttan, at hann stóð í gongdi. Meðan bíðað varð eftir honum, kølaði Sløkkiliðið bilin niður uttan.
Tá lúkan var fingin upp, sást eldur í ruskinum. Eldurin varð sløktur eftir einari lítlari løtu, og síðani koyrdi bilurin út á bingjuplássið hjá IRF á Bumshamri, har bilurin varð tømdur.
Ikki er greitt, hví eldur kom í nýggja IRF bilin mánakvøldið, og fráboðanin kom í so mikið góðari tíð, at ongin skaði varð á bilin.