Eldur kom í húsini í Froðba av matgerð

Nú er staðfest, hví eldur kom í eini hús í Froðba 29. januar.

Ein eldri maður, sum var einsamallur heima, hevði gjørt mat og verið óansin. Eldur kom í á komfýrinum, men maðurin fekk sløkt eldin. Men tíverri hevði eldurin fest í uppi í eymhettuni og tann vegin kom eldur í húsini, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Húsini fingu sera stóran skaða í eldinum.