The Captains Cottage við Gróthúsvatn

Føroya Skipara-og Navigatørfelag bjóðar sínum limum at leiga hesa smáttu fyri eina lutfalsliga lítla upphædd, og onnur eru eisini vælkomin at leiga seg inn her

Tað eru onkur feløg, størri fyritøkur og kanska onkur banki, sum eigur summarhús kring landið, ið starvsfólk - og møguliga onnur - kunnu leiga.

 

Eitt av fakfeløgunum, sum eigur summarhús, er Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Smáttuna rópa tey "The Captains Cottage", og hon er við Gróthúsvatn á Sandi.

 

- Eitt sera vakurt umhvørvi, har heili 14 smáttur standa. Felagsøki er eisini tilhoyrandi smátturnar, og her er spælipláss til børn, og eisini er grillstaður, benkur og borð.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísir á, at her eru sera góðir møguleika hjá familjum at fara og hugna sær.

 

Felagið bjóðar sínum limum at leiga hesa smáttu fyri eina lutfalsliga lítla upphædd, har leiguprísurin fyri hvørja nátt einans er 300 krónur.

 

Aftrat hesum kemur so eisini vasking og leiga fyri seingjarklæðir, handklæðir og viskustykkir.

 

- Onnur eru eisini vælkomin at leiga The Captains Cottage, siga tey í Føroya Skipara-og Navigatørfelag á sínari heimasíðu.