Brúgvin millum Jútland og Fjón varð stongd í nátt, tí eldur var í einum lastbili, sum hevði rent í ein skeltibil frammanfyri. Eldurin var so ógvusligur, at metallið rundan um stálveirarnar á hangibrúnni bráðnaði.
Tvær breytir vórðu latnar uppaftur vestureftir móti Jútlandi tíðliga í morgun, og ein móti Fjóni og Sælandi.
Bilrøðin frá Jútlandi til Fjón er tríggjar kilometrar long, skrivar tv2, og fólk skulu rokna við at verða 15 minuttir seinkað hendavegin. Tað kundi tó verið nógv verri.
- Tað merkist, at summarfrítíð er, sigur Jesper Nielsen, ferðslustarvsfólk á kunningarstovuni hjá Vejdirektoratet.
Roknað varð við, at ferðslan um brúnna varð seinkað allan fyrrapartin.
Løgreglan á Fjóni mælir fólki til heldur at koyra um gomlu Lítlalbeltsbrúnna. Har fáa lastbilar tó illa koyrt, so teir mugu um nýggjaru brúnna.
Trý fólk vóru í lastbilinum, sum eldur kom í. Eingin fekk álvarsligan skaða, sigur løgreglan sambært dr.dk.
(Mynd: Kaj Schmidt/dr.dk)