Electric Lady Lab í Føroyum

Danska electro-pop duoin Electric Lady Lab vitjar í Havn um vikuskiftið. Talan er um tvær framførslur á dansistaðnum Rex.

 

Bólkurin gav út fyrstu stakfløguna ´”It´s Over Now” í 2009, men tað var ikki fyrr enn eitt ár seinni, at tey bæði Stine Hjelm Jacobsen og Martin Bøge Pedersen fingu eitt veruligt gjøgnumbrot. Hetta var við sanginum “You and Me”.

 

Tað, sum eyðkennir løgini hjá Electric Lady Lab, er, at tey brúka partar av kendum hittum í sínum løgum. Í “You and Me” hoyrast tónar úr “Rythm is a Dancer”, ið var eitt stórt hitt hjá týska eurodance bólkinum Snap! Í 1992. Eisini hava tey lænt til “Touch Me” úr kenda sanginum “The Sun Always Shines On TV”, sum norski bólkurin A-Ha útgav í 1985.

 

Framførslan í kvøld er ætlað miðnámsnæmingum, meðan kvøldið í morgin er fyri vaksnum yvir 21 ár.