Tíðindaskriv
Publikumsfavoritturin, BYRTA, kemur at framføra á OY Voxbotn 2026. Hetta verður einasta konsertframførsla teirra í Føroyum í ár – og vit gleða okkum til eina fantastiska konsert á stóra pallinum – mitt í Havn.
Vit kenna tey bæði, Janus Rasmussen & Guðrið Hansdóttir – ólík, men saman skapa tey nakað heilt serligt – fenomenið kallast BYRTA. Janus Rasmussen er tiltikin innan føroyskan og íslendskan popptónleik. Ofta verður Janus settur í samband við elektrotónleik. Upprunaliga seta vit Guðrið Hansdóttir í samband við meira aukustiskan singer/songwriter tónleik. Hon er sangskrivari í serflokki, og so er hon eisini sangari av hægstu góðsku.
Saman hava tey skapt eitt konsept, sum bara hittar, hittar og hittar. Øll løg teirra eru føroyskir poppklassikkarar, so tað er ikki hissini veitsla tað verður, tá BYRTA seta futt í OY Voxbotn 2025.
Ársins konsert í OY í februar 2025
Eftir at hava verið kvirr í rúma tíð, framførdu tey eina sanna tónlistarliga maktdemonstratión, tá hittini vóru blást út millum mongu gestirnar, til hesa 2 x útseldu konsert. Tey framførdu stóru BYRTA løgini so sum “Loyndarmál”, “Í tínum eygum” “Norðlýsið”. Eisini gjørdu tey eina superproduktión av 80ara gimsteininum hjá Plúmm “Stjørnuskot”, og fjøldin gekk totalt bananas!
Byrta fer sanniliga at birta í eina tónlistaliga ekstasu í Vágsbotni 2026.
Ger skjótt av, tí Voxbotn 2026 verður vilt og væntandi eisini útselt!
Keyp atgongumerki fyri bara kr. 795,- í SMS, Magn við Ringvegin, Magn í Klaksvík og á ebillet.fo










