Nýskipanarnevndin hevur gjørt sítt, men..... Hetta fyrsta tilmælið frá Nýskipanarnevndini er IKKI ein nýskipan, men leggur upp til eina umskipan av landsumsitingini og skapar kaos.
Brot úr tilmælinum:
…. ”Tað hevði skapt meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til 6 aðalráð við politiskari semju, soleiðis at man samráddist um teir somu landsstýrispostarnar eftir hvørt val.“
…. ”Landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landstýrisfólk, umframt løgmann.”
…. ”Hetta vildi spart 3 landsstýrisfólk, 3 aðalstjórar og dupultfunktiónir, sum ikki longur vil verða tørvur á við færri aðalráðum. Eisini kann væntast ein betri raðfesting við færri aðalráðum. Høliskostnaðirnir minka eisini við at samla aðalráðini í færri eindir, ið tilsamans eru minni. Miðað verður ímóti at savna øll aðalráðini á einum stað.”
…. “Beinleiðis sparingin, tá umskipanin er framd og hevur fingið fullan virknað, er mett til á leið 15% av kostnaðunum av verandi aðalráðum ella 20 milliónir um árið.”
----
Longu sama dag vórðu stór spurnartekin sett við tilmælið - og eftirfylgjandi vísir tað seg, at arbeiðið er illa úr hondum greitt og bara blakað út uttan greiningar og grundgevingar. Ongar politiskar visjónir aftanfyri og ongin heildarætlan.
Fá og stór aðalráð eru neyðvendigvís ikki viðvirkandi til stabilitet, men øvut kunnu elva til frustratiónir yvir alt, sum ikki verður loyst av uppgávum og ikki virkar við samskipan.
Eitt er vist, um so er, at kravið frá øllum er betri og fleiri tænastur til okkara borgarar og harvið at styrkja og menna okkara vælferðarsamfelag, so kann hetta bara lata seg gera upp á sikt við fleiri starvsfólkum og pengum. Vit kunnu trimma, fjerna spilltíð og reorganisera uppgávuloysnir, men upp á eitt ella annað tíðspunkt, skal meira peningur til betri og fleiri tænastur - alt annað er naivt at hugsa sær. Slíkt operationelt arbeiði at trimma o.a. skal landssstýrið og aðalráðini sjálvi taka sær av - og ikki ein nýskipanarnevnd.
Fólk lupu beint á bláman
Flest øll fólk lupu so beint á bláman aftaná løgmann, nú hann kunngjørdi, at 3 aðalráð skulu niðurleggjast og 3 landsstýrisfólk sigast upp og at upp á sikt skuldu 20 milliónir kr. sparast av hesum inntrivinum. Blóðbað í Tinganesi varð m.a. sagt av onkrum fjølmiðli. Nei, onki blóðblað, men ein einføld tillaging, onki annað, sum nærmast ongar ítøkiligar sparingar hevur við sær. Og sambært einari veljarakanning, so sigur løgmaður best umtóktað landsstýrisfólkið, Bjarna Kárason Petersen, úr starvinum - hví fekk hann ikki annan landsstýrissess og onnur ódugnalig landsstýrisfólk út?
Onnur vórðu glað, endiliga hendir nakað við at rætta upp á fíggjarliga haldførið hjá landinum.
Løgmaður hevur heintað nakrar lágthangandi fruktir, kundi ein hugsa sær, men hevur hann nú tað og hvat er veruliga innihaldið í hesum átakinum?
Tað einasta, sum gongur aftur og aftur í viðmerkingunum frá politisku skipanini er, at 3 landsstýrisfólk skulu uppsigast, men …. restin skal flytast til tey aðalráðini, sum verða eftir, íroknað 3 aðalstjórar sum skulu flytast, hvar veit ongin. Við øðrum orðum skal ongin sigast upp av embætisfólkunum og tey, sum starvast í umsitiningini.
Tað stutta av tí langa er: Tey 6 aðalráðini vilja við verandi útspæli fylla akra líka nógv sum tey verandi 9, t.d. 2+2 embætisfólk ella starvsfólk í hvør í sínum aðalráð og deild, verða til 4 á einari nýggjari størri deild og so framvegis. Støðan áðrenn og eftir hesar broytingar verður óbroytt - tað stendur í tilmælinum at leggja dupultfunktiónir saman og eftirfylgjandi hava allar viðmerkingar koyrt upp á flytingar - orðið uppsøgn verður ikki nevnt av Nýskipanarnevndini (bara breiða orðingin “sparingar”), ikki nevnt í politisku skipanini, ikki nevnt av floksforfólkunum, ikki nevnt av andstøðuni, ikki nevnt av løgmanni og heldur ikki av tíðindafólkunum/ fjølmiðlunum.
Føroya fólk fær ikki sannleikan at vita um hesa umskipanina, og tað er við til at trekkja tenninar úr øllum og álitið er fokið sum døgg fyri sól. Politiski seriøsiteturin er vekk.
Løgmaður hevur fyri stuttari tíð síðani alment uppí saman bedýrað, at 3 aðalráð afturat kostaðu onki eyka,frá 6 til 9. Men nú knappliga, hokus pokus, nakrar mánaðir seinni kunnu sparast 20 mió. kr. árliga við at siga upp 3 landsstýrisfólk og flyta fólk.
Men øll verandi emætisfólk og umsiting skulu flytast til onnur støð og/ella størv. Ikki eitt orð um hvør, hvussu nógv og nær nakar skal sigast upp fyri at spara allar milliónirnar. Sagt verður bara yvirflatiskt, at sparingarnar koma upp á longri sikt ella tá umskipanin er framd, men nær er tað og hvussu nógv skulu sigast upp? Hendir hetta um 3-5-8-10 ár og hvør fylgir hesum upp í verandi og komandi samgongum.
Í avrundaðum tølum kunnu vit siga, at 3 landsstýrisfólk kosta einar 2 mió. kr. við øllum gjøldum o.a. - hvar skal so restin av sparingunum finnast. Restin tær 18 mió. kr. kunnu vit siga svarar til 36-40 fólk - rokni við, at í einari lønartungari umsiting, er tað har tær 18 mió. kr. árliga skulu finnast. Eitt broytt leigumál hevur við sær avmarkaðar sparingar, tá mongdin av starvsfólkum er tann sama o.a.
Nógvir ósvaraðir spurningar
Eg standi spyrjandi:
- Hví hevur løgmaður ikki av sínum eintingum gjørt hetta sera einfalda inntriv - virkar sum hann hevur fingið eina opinbering frá einari nevnd, um at tørvur ikki er á 9 aðalráðnum, men 6, einum triðingi færri?
- Hví skipað alt av nýggjum beint undan einum vali, fyri síðan at gera tað enn einaferð um eitt ár - ein panikkloysn, sum skapar kaos og eyka útreiðslur?
- Hví verður hetta gjørt knappliga, uttan greiningar, uttan involvering og samskifti við tey, sum verða rakt?
- Hví eru landsstýrisfólkini ikki hoyrd og heldur ikki viðkomandi fakfeløg?
- Hví verða viðkomandi áhugabólkar ikki involveraðir, við tí endamáli at forankra broytingar?
- Hví víkur landsstýrið frá meginregluni um javnstøðu - kynssamansetingin er nú 4 kvinnur og 2 menn í landsstýrinum?
- Hevur ein tilvildarlig nevnd tikið ræðið av politisku skipanini, vegna tað, at politiska skipanin og politiska leiðslan heilt einfalt ikki er virkisfør og er handlingslammað?
- Hví verður ikki útgreinað, hvar sparast skal og nær tær umleið 18 mió. kr. skulu síggjast aftur í sparingum, tá tey 3 landsstýrisfólkini eru trekt frá?
- Hví verður bara tosað um pengar og ikki betri dygd í almennu tænastunum?
- Hvussu kann almenna umsiting gerast betri og effektivari við 35-40 færri fólkum, svarandi til sparingina?
- Hví leggja upp til aðalráð, sum eru so stór, at landsstýrisfólk og aðalstjórar ikki hava ein kjans at loysa allar uppgávurnar á fullgóðan hátt? Hesi stóru aðalráð verða heilt einfalt ikki virkisfør og málsøkini ikki røkt sambært lógum og reglum o.a. - rættartrygdin verður sett í vanda, sum aftur rakar borgaran - politiska skipan lovar jú tað besta av tænastum
- Hvør skal gera og umsita lóggávuna, sum er og verður sett í verk, tá so nógv fólk skulu sigast upp - borgarin fer ikki longur uttan víðari at fáa somu tænastur og rættartrygdin verður ikki tann sama?
- Hví tekur ein politiskur fylgibólkur, mannaður við forfólkum úr samgongu og andstøðu, undir við einum so leysum og fluffy tilmæli?
Hetta sum hendir er við til at skapa óneyðugan ótta í komandi tíðum - svørt skýggj á luftini fyri tey alment settu.
Hvussu skulu føroyingar hava álit á einari politiskari skipan og landsstýri, sum setur eitt eksternt ráðgevandi organ, sum mælir til at taka avgerðir, sum hoyra heima hjá landsstýrinum sjálvum og tess umsiting. Hetta er beinleiðis ódemokratiskt og ein ræðandi gongd, hetta við undirtøku frá andstøðuni. Talan er eisini fyri okkum uttanfyri standandi ein fallitterklering.
Hví so ikki bara spara fleiri politikarar burtur og tað sama embætisfólk - tey gera jú ikki tað, sum tey eru sett í verðina til.
Føroya fólk hildin fyri gjøldur
Eg standi spyrjandi yvir fyri hesum fuppnummari hjá sitandi landsstýri og at tað eydnaðist teimum at fáa øll á eina jubil-scenu av teimum stóru. Politiskur viðmerkjari segði m.a., at hetta er tað størsta, sum er hent nakrantíð í Føroya søgu - go morin øksaskaft. Hvar verður spart við at minka um talið á aðalráðum, tey sum eftir verða, verða bara størri - samstundis sum mann skapar ein nýggjan lítlan almennan stovn í Klaksvík - gevur tað meining?
Mann skal spara, hvussu nógv verður spart og hvar koma hasar 18 mill. Kr. at verða spardar, tá mann sum forkvinnan í Tjóðveldi segði, mann kann flyta fólk og skapa størri og sterkari eindir. Leggur hetta upp til sparingar, nei?
Landsstýrið hevur sitið í 3 ár og uppsamlað eitt undirskot upp á yvir eina hálva milliard krónur og nú fyri at pussa sosialistisku glorðina, koma tey sum ketta upp úr høvdatrogi og gera hesar broytingar, tí ein nýskipanarnevnd mælir til tað.
Hvørji eru vald til at leiða og stýra landinum - ein nýskipanarnevnd ella løgting og landsstýri?
Hvat fáa landsstýrisfólk, aðalstjórar, deildarstjórar, ráðgevar, embætisfólk og umsiting í løn fyri at gera tað, sum er neyðugt, álagt, og tað, sum tey eru sett í verðina til og ikki leypa undan ábyrgd og lata eina nýskipanarnevnd seta út í kortið politiskar ætlanir.
Um tað er ein nýskipanarnevnd, sum skal leiða løgmann og landsstýrið, so er ikki brúk fyri 6 landsstýrisfólkum og aðalráðum, tá eru 3 nóg mikið.
Eg eri skelkaður yvir, at tað ikki verður borað meira og settir hvassari og fleiri nærgangandi spurningar frá miðlunum, bara mikrofonhaldarí - hvar skulu sparingarnar koma frá og hvussu fara tær at raka politisku skipanina, landsumsitingina og tænasturnar til borgarar og vinnuna?
Løgmaður hevur við hesari nýskipanarnevnd latið føroyingum uppskriftina uppá politiska neyð og elendigheit.
Politiska komedian heldur fram .... vit bíða í spenningi eftir næstu framførsluni.
Mín inniliga áheitan er - skriva út nýval fyri at fáa skil og stýring á landinum aftur - slagið er tapt - landskassin bløðir framhaldandi.
Annfinn Brekkstein











