Ein dómstólur í París í Fraklandi hevur gjørt av, at fyrrverandi franski fosetin, Nicolas Sarkozy, skal leyslatast úr fongslinum fram til, at kærumálið móti honum byrjar.
- Avgerðin er í tráð við hugburðin hjá ákærumydugleikanum, vita útlendskir miðlar at siga í dag.
Nicolas Sarkozy er dømdur 5-ára fongsul fyri mutur. Hann er funnin sekur í at hava tikið ímóti mutri til fígging av franska forsetavalinum.
Fyrrverandi franski forsetin hevur víst aftur ákærunum og hevur kært dómin - bæði tað, at hann er funnin sekur í mutri og longdina av dóminum, hann hevur fingið.
Seinastu tríggjar vikurnar hevur Nicolas Sarkozy sitið í La Santé-fongslinum í París, og á myndini her niðanfyri sigur hann konu síni, Carla Bruni, farvæl, áðrenn hann fer inn at sita.
Nú hann verður leyslatin, sleppur hann kortini ikki at gera júst, sum hann vil, og eitt nú verður ikki loyvt fyrrverandi forsetanum at tosa við starvsfólk i franska løgmálaráðnum.
##med2##












