Elias er millum 20 teir fremstu málskjúttarnar - hóast drúgva skaðan

Her eru 20 teir fremstu málskjúttarnir í bundesliguni

Drúgva skaðafráveran hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu hevur verið eitt stórt afturstig fyri lið hansara, THW Kiel.

 

Hóast Elias ikki leikt dystir í fleiri vikur nú, og hevur leikt væl færri dystir hetta kappingarárið enn aðrir leikarar í bundesliguni, so er hann kortini at finna millum 20 teir fremstu málskjúttarnar í deildini.

 

Elias er nummar 19 við 152 málum í 22 dystum. Fýra teir fremstu málskjúttarnir hava spælt 32 ella 31 dystir. Ikki óvæntað er Mathias Gidsel fremsti málskjúttin.

 

So kunnu vit bara droyma um hvussu hevði sæð út hjá Eliasi hevði verið, um hann hevði tikið lut í 31 ella 32 dystum.

 

HER eru topp-20 málskjúttarnir í bundesliguni:

 

 

 

Nr.NavnDystirMál
1Mathias Gidsel31278
2Kai Häfner32243
3Omar Ingi Magnusson32218
4Haukur Thrastarson32196
5August Pedersen29194
6Niels Gerardus Versteijnen31194
7Jannik Kohlbacher32194
8Emil Jakobsen32191
9Nicolaj Jørgensen32190
10Noah Beyer32178
11Tim Suton31177
12Frederik Bo Andersen32172
13Felix Aellen31172
14Marko Grgić31171
15Simon Pytlick30170
16Miro Schluroff29166
17Marcel Schiller31163
18Philipp Ahouansou32161
19Elias Ellefsen á Skipagøtu22152
20Moritz Sauter32148