Frakland, Marokko, Spania, Belgia, Noreg, Ongland, Argentina og Sveis eru liðini, ið hava vunnið seg í HM-fjórðingsfinalurnar.
Nú er liðugt við dystum, ið vera leiktir í Kanada og Meksiko. Teir avgerandi dystirnir vera allir leiktir í USA.
HER er skráin fyri HM-fjórðingsfinalurnar. Talan er um føroyskar klokkutíðir:
Hóskvøldið klokkan 21: Frakland-Marokko (Foxborough)
Fríggjakvøldið klokkan 20: Spania-Belgia (Inglewood)
Leygarkvøldið klokkan 22: Noreg-Ongland (Miami)
Sunnumorgun klokkan tvey - um náttina føroyska tíð - Argentina-Sveis (Kansas býur)
Hálvfinalurnar vera leiktar týskvøld og mikukvøld í komandi viku. Í báðum førum er talan um klokkan 20 føroyska tíð.
Dysturin um triðja plássið verður leiktur leygarkvøldið 18. juli klokkan 22, og sjálv finalan verður leikt sunnukvøldið 19. juli klokkan 20, føroyska tíð.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











