Tvær súkklur gjørdust partur av ferðsluóhappi

- Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men hetta vísti seg tíbetur ikki at hava so nógv upp á seg, visti vaktleiðarin at siga í morgun

Alt, sum vaktleiðarin á løgregustøðini í morgun visti at siga um undanfarna samdøgur, hevði við ferðslu at gera.

 

Í Søldarfirði fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið og bót.

 

- Tveir fingu klipp og bót fyri at koyra ávikavist 72 og 68 kilometrar um tíman í bygdum øki, og ein fekk klipp og bót fyri at koyra vinstru megin um eina "oyggj" á vegnum.

 

Á vegnum til Funningsfjarðar gjørdust tvær súkklur partur av einum minni óhappi, har bilur eisini var uppi í.

 

- Sjúkrabilur varð sendur á staðið, men hetta vísti seg tíbetur ikki at hava so nógv upp á seg, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Gjáramorgunin klokkan 09.23 varð ein bilførari tikin á gamla Velbastaðvegnum. Her var illgruni um rúsdrekkakoyring, og vaktleiðarin sigur, at blóðroynd tikin.

 

Sum skilst, hevur seinasta samdøgrið í aðrar mátar annars verið friðarligt hjá løgregluni.