Maður endaði undir trukki á Vónini í Fuglafirði

- Sjúkrabilur, arbeiðs-og brunaeftirlit og løgreglan vórðu send á staðið, og maðurin varð fluttur á sjúkrahús

 

Tíðliga seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein trukkur var koppaður á Vónini í Fuglafirði.

 

Boðini vóru, at førarin, sum koyrdi, tá óhappið hendi, var sloppin undan aftur trukkinum. 

 

- Sjúkrabilur, arbeiðs-og brunaeftirlit og løgreglan vórðu send á staðið, og maðurin varð fluttur á sjúkrahús.

 

Vakleiðarin visti í morgun at siga, at maðurin hevði fingið onkrar snuddir, men løgreglan veit ikki, hvussu álvarsligur skaðin var.

 

- Soleiðis, sum vit hava skilt, var talan ikki um lívsvanda, sigur vaktleiðarin.