Í kvøld leiktu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel dyst á heimavølli í bundesliguni.
10.285 áskoðarar í Wonderino høllini sóu Elias og liðfelagarnir vinna 31-29 á Melsungen. Í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá heimaliðnum, ið var á odda 17-12 í steðginum.
Elias var við átta málum toppskjútti hjá Kiel. Elias var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál, og eitt sonevnt "steal". Tað er tá ein leikari megnar at fanga bóltin frá liðnum, ið er í álopi.
Kiel er saman við Lemgo næstfremst í deildini. Liðini hava 15 stig hvør. Flensburg-Handewitt er fremst í deildini við 16 stigum.
Longu týsdagin klokkan 17.45 spælir Kiel aftur dyst í Wonderino høllini. Tá verður talan um dyst móti pólska liðnum, Ostrow Wielkopolski í bólki B í EHF European League.