VIDEO: Ranheim misti sigurin í yvirtíðini

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Odd-Ranheim 1-1 (0-0)

U21-landsliðsliðformaðurin, Áki D. Samuelsen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Ranheim spældu dyst á útivølli móti gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odd Grenland.

 

Ranheim legði seg á odda 1-0 í 61. minutti, tá Áki gjørdi sítt til, at verjuleikari hjá Odd gjørdi sjálvmál. Ranheim var á sigurskós líka til vanliga leiktíðin var farin. Tá megnaði verjan hjá Ranheim ikki at rudda bóltin burtur, og so javnaði Odd til 1-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.

 

Ranheim er nummar sjey í deildini við 39 stigum nú fýra dystir eru eftir at spæla. Ranheim hevur trý stig upp til Egersund, ið hevur 42 stig á sætta plássinum.

 

Egersund vann á heimavølli uttan Árna Nóa Atlason í hópinum stórsigur 4-0 (2-0) á Raufoss.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá norska TV2 frá dystinum Odd-Ranheim 1-1 (0-0). Áki sæst við nummar 10 á rygginum:

 

##med2##