Nýklaktu íslendsku meistararnir, Víkingur Reykjavík spældu í kvøld næstseinasta dystin hetta kappingarárið.
Dysturin var á útivølli á Kópavogsvøllinum móti Breiðablik, ið var íslendskur meistari í fjør. Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin.
Breiðablik legði seg á odda beint undan steðginum. Men í seinna hálvleiki svaraði Víkingur aftur við málum, ið Óskar Borgþórsson og Tarik Ibrahimagic skutu, og so fekk Víkingur øll stigini við sær.
Talan var um fimta sigurin á rað hjá Víkingi, ið eru ósigraðir í átta teimum seinastu dystunum.
Víkingur er langt fremst í ovara endaspælinum við 54 stigum. Valur er nummar tvey við 44 stigum.
Sunnudagin 26. oktober klokkan 14 endar Víkingur kappingarárið við heimadysti móti Vali.