Ein av Føroya mætastu rihøvundum, Jens Pauli Heinesen sáli, hevði fylt 90 ár í november í ár. Í november í fjør kom lagið Sóleyan lýsir um fløtur út við orðum eftir Jens Paula Heinesen og lag eftir dóttrina, Elin Brimheim Heinesen, takkað verið hópfígging. Eftir tað tónasetti Elin enn fleiri yrkingar eftir pápan. Nú hevur hon fyri aðru ferð verksett eina hópfíggingarverkætlan á http://hopfigging.fo, sum skal gera tað møguligt eisini at seta stórfingnan symfoniskan tónleik út til hesar yrkingarnar hjá pápanum.
Elin vónar at nýggja hópfíggingin ger tað møguligt at spæla løgini inn og frumframføra tey við Føroya Symfoniorkestri o.ø. á stórari heiðurs- og útgávukonsert í Norðurlandahúsinum á 90-føðingardegi pápans 12. november 2022 fyri soleiðis á hóskiligan hátt at hátíðarhalda stóra íkastið, sum høvundin hevur givið føroyskum máli og mentan.
Hóast tær eru fáar, so eru yrkingarnar, sum Jens Pauli Heinesen skrivaði í lívi sínum, merkisverdar. Elin Brimheim Heinesen heldur, at tær hava uppiborið, at fólk geva teimum ans.
– So latið okkum vekja ans við einum sonnum braki! Hetta brakið er tað, sum hópfíggjarar kunnu vera við til at gera til veruleika við teirra íkasti til fíggingina, sigur Elin Brimheim Heinesen.
Her er leinki til hópfíggingarverkætlanina: https://www.hopfigging.fo/project/view/112
##med2##
Afturfyri íløguna fæst sjálvandi fyrst og fremst gleðin við at hava viðvirkað til, at tey symfonisku tónlistaverkini, skapt til yrkingar hjá Jens Paula Heinesen, gerast verulig og fyri alla framtíð kunnu vera til gleði og gagns fyri Føroya fólk.
Harumframt fáa hópfíggjararnir sjálvsagt eisini ítøkiligar tænastur afturfyri teirra íkast, sum til ber at lesa um á hópfíggingarsíðuni.
Útgáva av 6 symfoniskum tónlistaverkum á EP
Elin Brimheim Heinesen, dóttir Jens Paula Heinesen, hevur tónasett seks yrkingar hjá pápanum. Tvey løg eru givin út áður – Eitt dýpi av dýrari tíð og Sóleyan lýsir um fløtur – og fýra løg eru ókend og ikki givin út fyrr.
Elin hevur harafturat týtt (ella umyrkt við virðing) allar seks yrkingarnar til enskt. Ætlanin er at geva tey seks verkini út á eini EP í tveimum útgávum – bæði á upprunamálinum og á enskum.
Eftir at Elin Brimheim Heinesen seinast í 80’unum tónasetti yrkingina Eitt dýpi av dýrari tíð hjá pápanum – eitt lag, sum seinni bleiv innspælt í symfoniskari útgávu, sum danska tónaskaldið Søren Hyldgaard setti út – er verkið vorðið fólkaogn og er av mongum roknað sum ein høgt mettur klassikari í Føroyum.
Elin tónasetti eisini nýliga vøkru yrkingina Sóleyan lýsir um fløtur hjá pápa sínum. Eftir eitt væleydnað hópfíggingarátak varð lagið sett út fyri symfoniorkestur av italska tónaskaldinum Enzo De Rosa og spælt inn við City of Prague Philharmonic Orchestra, Tórshavnar Manskóri og við Elini sum sangsolisti. Tað var givið út sum staklag 12. november í fjør sum ein forsmakkur uppá ta EP’ina við seks symfoniskum tónlistaverkum, sum ætlanin er at geva út í 2022.
Tá lagið Sóleyan var givið út í 2021, var tað bæði í føroyskari og enskari útgávu, men lagið Eitt dýpi av dýrari tíð er ikki givið út í enskari útgávu áður.
Elin hevur síðani funnið fleiri yrkingar fram eftir pápan, har av hon hevur tónasett fýra, sum allar eru sera sterkar yrkingar, ið snúgva seg um almenniskjalig evni, sum eru meira viðkomandi enn nakrantíð. Talan er um fylgjandi yrkingar: Heystnáttin, Flóttin, Sorgin er vøkur við og Eg gangi við einum djúpi.
Spælast inn í Prag miðjan juni
Eftir at lagið Sóleyan lýsir um fløtur varð givið út í 2021, valdi Elin at arbeiða víðari saman við Enzo De Rosa um tey fýra tónlistaverkini, sum eftir ætlan verða innspæld í Prag 15. juni 2022 við the Czech National Symphony Orchestra, har leiðandi framleiðslustjórin Laura Lungu fer at hava umsjón við innspælingini.
The Czech National Symphony Orchestra hevur orð fyri at vera eitt av allarbestu symfoniorkestrunum í Evropa.
Tey fýra nýggju tónlistaverkini, umframt tey tvey, sum longu eru givin út sum stakløg, Sóleyan og Eitt dýpi av dýrari tíð, verða øll givin út savnað á einari EP 12. november 2022 – tvs. sjálvan dagin, tá Jens Pauli Heinesen fyllir 90 ár – bæði í eini føroyskari og eini enskari útgávu.
Symfoniorkesturkonsert og hátíðarhald
Leygardagin 12. november 2022 verður Jens Pauli Heinesen væntandi eisini heiðraður á 90-ára degnum við stórari heiðurskonsert í Norðurlandahúsinum í Havn, har Føroya Symfoniorkestur, ið umframt dirigentin telur um 60 tónleikarar, spælir, Tórshavnar Manskór, ið telur umleið 60 mans, syngur, og Elin Brimheim Heinesen verður sangsolistur.
Á skránni verða tey seks omanfyrinevndu tónlistaverkini, sum Elin Brimheim Heinesen hevur gjørt til yrkingar hjá pápanum, har av fimm eru sett út til symfoniorkestur av italska tónaskaldinum Enzo De Rosa. Enzo De Rosa vil fegin koma til Føroya fyri sjálvur at spæla flygul á konsertini.
Millum framførslurnar av verkunum verður upplestur av brotum úr skaldskapi hjá Jens Paula Heinesen, og meðan orkestrið spælir, er ætlanin at sýna myndir á stórskíggja frá lívi høvundins.
Letur seg ikki gera uttan samfígging
Men einki av hesum letur seg gera uttan fígging. Verkætlanin kostar tilsamans góðar 500.000 krónur. Elin Brimheim Heinesen leggur sjálv 100.000 kr út. Onnur við áhuga í verkætlanini leggja aðrar 100.000 kr. Og inntøkurnar av atgongumerkjasølu dekka kanska einar 60-80.000 kr.
Men so er helvtin eftir. Elin heitir tí á øll, sum virðismeta tað, sum Jens Pauli Heinesen hevur latið til landið og fólkið, um at vera við til at samfíggja hesa verkætlan.
“Tað almenna, kommunur og fyritøkur eru vælkomin at geva ískoyti til verkætlanina ella partar av henni, so verkætlanin kann fullfíggjast. Men fyri at náa á mál er neyðugt við hópfígging aftrat.”, sigur Elin.
Tí heitir hon eisini á Føroya fólk og onnur um eisini at vera við til at gera íløgur í hesa verkætlan afturfyri nakrar mótveitingarnar, sum standa at lesa um á hopfigging.fo . Hon vónar í minsta lagi at savna 50.000 kr. á henda hátt.
“Men 50.000 kr. í sær sjálvum røkkur ikki á mál. Tí er sjálvandi ongantíð betur, um tað eydnast at savna enn meira inn, tí jú meira sannlíkt er tað, at verkætlanin gerst veruleiki, og jú betur verður endaúrslitið!” sigur Elin, og leggur aftrat: “Frammanundan stóra, stóra tøkk til øll, sum vilja fíggja, fyri at vera við til at gera umrøddu ætlanirnar til veruleika og soleiðis skapa framtíðarinnar mentanararv!”
Fá meira at vita
Meira fæst at vita við at ringja til Elina Brimheim Heinesen á tlf. 790527 – ella skriva til:
elinbrimheimheinesen@gmail.com
Kunning um høvundin og luttakarar í átakinum
JENS PAULI HEINESEN
Hví heiðra rithøvundin Jens Paula Heinesen, nú hann fyllir 90 ár? Tað eru nógvar góðar grundir til tess. Týdningurin, skaldskapur hansara hevur, kann ikki undirmetast. Meðan rithøvundurin enn var á lívi, var hann ein av Føroya mætastu og best umtóktu rithøvundum – og er tað enn í stóran mun. Bøkur hansara hava í mong ár verið fastur táttur í námssetningunum í føroyskum skúlum. Og umfatandi ritverk hansara, ið telur um 40 verk, hevur í stóran mun ríkað føroyska fólkið og føroyska málið, umframt at tað hevur speglað føroyska mentan og styrkt føroyska samleikan. Eingin hevur sum Jens Pauli Heinesen skrivað so nógv á óbundnum máli um lívið í Føroyum undir øðrum veraldarbardaga og í tíðini eftir kríggið heilt fram til túsundaldamótið.
Má ikki fara í gloymskuna
Men hóast stóra týdningin skrivaðu orðini hjá Jens
Paula hava, bæði fyri føroyingar og øll, sum eru
góð við Føroyar og føroyska mentan, so kunnu orð
hansara við tíðini skjótt drukna í talgilda
meldrinum, uttan so at onkur av og á ger okkurt fyri at varpa ljós a lívsverkið hjá høvundinum.
Fjølbroytti skaldskapur Jens Paula Heinesens lýsir ævinliga galdandi, almenniskjalig evni, sum í dag eru líka viðkomandi sum nakrantíð áður, men sæð úr einum serføroyskum sjónarhorni. Føroyingar hava tørv á bókmentum, sum lýsa heimin við føroyskum eygum. Tær søgur, Jens Pauli Heinesen hevur skrivað, eru søgur, sum flestir føroyingar kenna seg sjálvar aftur í. Søgurnar spæla tí ein týðandi samleikaskapandi leiklut enn. Tær hava ikki uppiborið at fara í gloymskuna. Og møguligir framtíðar lesarar hava ikki uppiborið at vera hesar bókmentir fyriuttan.
Týdning fyri føroyska málið
Vakra bókmentamálið hjá Jens Paula Heinesen veitir enn í dag eisini eitt umráðandi íkast til varðveitsluna av føroyskum máli, sum við altjóðagerðini er undir støðugt størri hóttan. Hóast merkisvert nógvar bøkur koma út á føroyskum í mun til fólkatalið, eru Føroyar kortini eitt rættiliga lítið máløki lutfalsliga. Hetta avmarkar, hvussu nógvar bøkur kunnu verða skrivaðar og givnar út á føroyskum. Verkini hjá Jens Paula Heinesen fylla nógv í føroysku bókaskránni og
##med3##
leggja væl aftrat samlaða lesitilfarinum á føroyskum, sum hevur so stóran týdning fyri, at føroyskt kann hóra undan sum mál.
Ritverkið hjá Jens Paula Heinesen er ein gáva til føroyska fólkið og til øll tey, sum ynda at lesa føroyskar bøkur. Komandi ættarlið eiga eisini at fáa høvi at varnast, lesa og hoyra Jens Paula Heinesen, so eisini tey fáa gleði og gagn av skaldaverki hansara. Hetta í sær sjálvum er ein av bestu grundgevingunum fyri at gera vart við Jens Paula Heinesen.
Yrkingar í miðdepilin
Hesa ferð vera serliga yrkingar hansara settar í miðdepilin. Hann skrivaði ikki nógvar yrkingar, men tær yrkingar, hann skrivaði, eru merkisverdar og hava uppiborið at verða tiknar fram. Honum dámdi eisini avbera væl tónleik, serliga klassiskan. Tí er sjálvsagt, at 90-ára føðingardagurin hjá Jens Paula Heinesen verður hátíðarhildin á ymsan hátt, m.a. við útgávu og framførslu av stórfingnum klassiskt íblástum upprunatónleiki til yrkingar hjá rithøvundinum, so yrkingarnar vónandi fara at liva í langa tíð frameftir. Tað er hetta, vit her søkja um samfígging til at gera til veruleika.
Stutt biografi
Jens Pauli Heinesen var føddur 12. november 1932 og andaðist 19. juli 2011, 78 ára gamal. Hann vaks upp í Sandavági, men flutti til Havnar longu sum 14-ára gamal, har hann fór í skrivstovulæru. Men tað var einki fyri hann, so hann fekk foreldranna samtykki til at fara í skúla.
Han tók fyrst preliminerprógv og síðani studentsprógv í Havn. Síðani fekk hann útbúgving sum lærari á Emdrupborg Seminarium i Danmark. Eftir lidnu læraraútvúgvingina í 1956 arbeiddi hann sum lærari, til hann gavst í 1970, fyri hareftir at halga sær rithøvundayrkisleiðina, soleiðis sum hann hevði ynskt sær tað, síðani hann var smádrongur.
Ritverkið
Jens Pauli Heinesen var ein av Føroya virknastu rithøvundum. Hann skrivaði m.a. stuttsøgusøvn, skaldsøgur og sjónleikir – tilsamans um 40 verk. Í sínum bókmentaverkum skrivaði Jens Pauli Heinesen um livaða lívið – serliga í bygdini, har hann búleikaðisti í barndómsárunum og fyrstu tannáringaárini, og ikki minst í høvuðsstaðnum, har rithøvundurin búði mesta av sínum lívi.
Sum rithøvundur fevndi hann víða og lýsti almenniskjalig evni á meistarligan hátt. Evnini vóru m.a. listamaðurin og samfelagið, barnið og heimur tess, bygdasamfelagið og býurin, umframt kærleikans torgongdu leiðir. Eitt afturvendandi tema í skaldskapi hansara var offurið og bøðilin.
Bókmentayndarar hava sagt, at fleiri av verkunum hjá Jens Paula Heinesen eru at meta á hædd við heimsbókmentir, og at um hann hevði skrivað á enskum t.d. høvdu verk hansara sannlíkt
fingið nógv størri útbreiðslu.
Ein annar føroyskur rithøvundur, Gunnar Hoydal, hevur skrivað soleiðis um skaldskapin hjá Jens Paula Heinesen:
”Her luktar, her angar, her fæst upp í lógvarnar og millum fingrarnar av myndum, soleiðis at lesarin hugsar: um einaferð øll skjøfóru fyri skeyti, sum greiddu frá hesum tíðarskeiði í Føroyum, men bara hetta skaldaverkið stó eftir, so vistu vit fyri alla tíð, hvussu tað var at liva og vera til hesiárini í hesum landi.”
Viðurkenningar og onnur avrik
Jens Pauli Heinesen var fleiri ferðir heiðraður við virðislønum, meðan hann livdi.
Hann fekk M.A. Jacobsens virðisløn fýra ferðir – í 1959 fyri stuttsøgusavnið Hin vakra kvirran, í 1969 fyru Aldurnar spæla á sandi, í 1973 fyri skaldsøguna Frænir eitur ormurin og í 1993 fyri skaldsøguna Bláfelli og fyri bókarøðina við sjey bindum Á ferð inn í eina óendaliga søgu .
Bøkurnar Leikur tín er sum hin ljósi dagur og Bláfelli vórðu mældar til at fáa virðisløn Norðurlandaráðsins ávikavist í 1987 og í 1995.
Haraftrat fekk Jens Pauli Heinesen Mentanarvirðisløn Landsins í 1999 fyri sítt bókmentaverk sum heild.
Jens Pauli Heinesen var formaður fyri Rithøvundafelag Føroya í árunum 1968-1975, har hann m.a. viðvirkaði til, at bøkur gjørdust MVG-fríar í Føroyum.
Hann var útnevndur til heiðurslim í Rithøvundafelag Føroya, í Der Deutsch-Färöische Freundeskreis e. V., í Samfundet Sverige-Färöarna og bleiv eisini heiðraður av Rithøfundasamband Íslands.
Hann var limur í mong ár í Norrøna Felagnum, som m.a. gav bókina Færøerne i dag út í 1966, sum hann ritstjórnaði.
Og hann var ein av høvuðsmonnunum handan dokumentarfilmin Jamen se nu Færøerne (við føroyska heitinum: Vit byggja ikki Føroyar av praktiskum orsøkum) i 1975.
Hann er týddur til fleiri mál, so sum íslendskt, svenst, norskt, danskt, grønlendskt og týskt. Fá meira at vita um Jens Paula Heinesen her: www.facebook.com/JensPauliHeinesen
ELIN BRIMHEIM HEINESEN
Elin Brimheim Heinesen er dóttir Jens Paula Heinesen. Í Føroyum er hon kend sum sangari og tónaskald. Hon hevur givið út tríggjar heildarútgávur – NALJA, sanan við Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, saman við bólkinum Ad Libitum (2010) og sum einstaklingur Handan Stjørnurnar (2018), umframt at hon hevur sungið kór á fleiri heildarútgávum hjá øðrum.
Mest kenda lagið hjá Elini er uttan iva Eitt dýpi av dýrari tíð frá NALJA-útgávuni í 1988, sum er ein yrking eftir pápan, Jens Paula Heinesen, sum Elin hevur tónasett. Í 2002 kom lagið út av nýggjum, spælt inn við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Mannskóri, sett út av danska tónaskaldinum Søren Hyldgaard.
Ikki ber til at siga annað enn, at verkið fekk sera
góða móttøku. Hetta var m.a. staðfest, tá
Kringvarpið í 2018 gjørdi eina kanning, har tey
spurdu lurtararnar, hvat lag, tey hildu, var tað besta tey seinastu 50 árini. Eitt dýpi av dýrari tíð fekk eina toppstøðu sum nr. 4 av teim fleiri túsund løgunum, sum eru komin út hesi árini. ”Hetta eri eg ómetaliga stolt av”, sigur Elin.
Elin Brimheim Heinesen greiðir frá: ”Tá eg skivaði lagið Sóleyan í 2012 í sambandi við hátíðarhaldið av 80 ára føðingardegnum hjá pápa, hoyrdi eg eitt symfoniorkestur fyri mær. Líka síðani havi eg droymt um at geva lagið út í eini symfoniskari útgávu, eins og Eitt dýpi av dýrari tíð bleiv. Tað eydnaðist endiliga í 2021 at geva lagið út sett út av Enzo De Rosa fyri symfoniorkestur og mannskóri við mær sum sangsolisti – akkurát sama orkestur og kór, sum lagið Eitt dýpi av dýrari tíð varð innspælt saman við.”
Nú 90 ára føðingardagurin hjá pápanum nærkast, fekk Elin íblástur til at tónaseta fleiri aðrar yrkingarhjá honum. Elin vónar at kunna geva løgini út á eini EP sett út fyri symfoniorkestur, og tey kunnu verða frumframførd á eini heiðurskonsert fyri pápanum á føðingardegi hansara 12. november 2022.
Fá meira at vita um Elina Brimheim Heinesen og tónleik hennara her: heinesen.fo
##med4##
ENZO DE ROSA
Enzo De Rosa er tónaskald, tónaútsetari og virtuosur konsertpianistur úr Napoli í Italia, men býr í løtuni í Montreal í Canada. Hann hevur meira enn 30 ára royndir í at arbeiða við nógvum ymiskum tónlistasjangrum.
Enzo De Rosa byrjaði at fáa klaverundirvísing sum 6 ára gamal. Síðani hevur hann ment sínar tónleikaførleikar við meistarum sum A.Ciccolini. B. Petrushansky, J. Demus, J. Achucarro, G. Wilson, E. Fadini. S. Fiorentino, P. Badura Skoda, R. Firkusny, L. Berman, J. Swann. Hann er útbúgvin innan kompositión og modernaðan tónleik hjá L. Bacalov og F. Mannino, umframt í orgli og kembalo. Hann hevur eina langa lívsleið sum yrkistónleikari í nógvum ymiskum londum – Italia, Frankaríki, Finlandi, Bulgaria, Egyptalandi, Ísrael, Kanada og onnur støð – har hann hevur arbeitt við yvir 600 tónlistaverkætlanum – komponerað, útsett fyri orkestur og framleitt tónleik bæði til film, sjónvarp, sjónleik, opera, tónleikaútgávur o.a.
Enzo De Rosa er ein sera fjølbroyttur tónleikari, pianistur og tónaskald, við viðføddum sansi fyri tí vakra og tí tragiska, fyri nostalgi og vón, sum ger, at hann tulkar tilfarið, hann arbeiðir við, á sera djúpan og kenslubornan hátt.
Harumframt fær hann íblástur til tónleik sín úr einari rúgvu av siðbundnum tónleiki, ið einahelst bara kann javnsetast við hansara egnu óvikiligu skapanarevni saman við eini smittandi gleði um tónleikin og fyri lívið. Hann hevur eisini lánt sínar risagávur til framførslur og konsertir sum solistur og eisini í kamartónleikabólkum.
Meira fæst at vita her: www.enzoderosa.com
og her: enzoderosa.bandcamp.com/music og her: filmfreeway.com/EnzoDeRosa
##med5##
LAURA LUNGU
Laura Lungu, ið er leiðandi framleiðslustjórin í hesi verkætlan, hevur lisið tónleik síðani barndómin og er liðugt útbúgvin í tónleiki við sergrein í violinspæli. Hon fekk endaligt prógv við sera góðum úrslitum í tónlistavísindum og palllist á Bologna Universitetinum, umframt at hon tók masterprógv í sangleiki.
Tað eydnaðist henni at sameina eina
altjóða yrkisleið sum violinistur og
samstundis at arbeiða sum
framleiðsluleiðari innan tónleika- og undirhaldsídnaðin, har hon hevur arbeitt
saman við tónlistafólkum sum Luciano
Pavarotti, José Carreras, Ennio Morricone, Andrea Bocelli og nógvum øðrum. Hon
hevur fram til dagin í dag viðvirkað í meira
enn 300 film-soundtracks sum violinistur, tónleikaframleiðari, tónlistavegleiðari og orkestusáttmálasamskipari fyri SONY, EMI, WARNER, BMG, Buena Vista, RAI, MEDIASET osfr.
Laura hevur nógvar og breiðar royndir - m.a. hevur hon havt høvuðsleiklutin í ymiskum framleiðslum sum tónleikaframleiðari, listarligur stjóri, upptøkustjóri, listafólkaumboðsfólk, umframt framleiðsluleiðari fyri stórar leiksýningar, konsertir, tónleikaupptøkur, festivalar, stór og ásýnilig tiltøk fyri fyritøkur og privat í Italia og aðrastaðni.
Hon er stovnari og forstjóri í Concertissimo Entertainment síðani 1998, og stovnari og listarligur leiðari av Concertissimo Orchestra, stovnsett og virkandi síðani 2007 í Rom, við sergrein í upptøku til film við orkestri og kóri.
Les meira her: concertissimo.eu/laura-lungu/ og her: www.imdb.com/name/nm6190088/
##med6##
THE CZECH NATIONAL SYMPHONY ORCHESTRA
Tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrið
(CNSO) er støðugt vaksið seinastu 26
árini og hevur fingið eitt øvundarvert
umdømi sum eitt av bestu
symfoniorkestrunum í Evropa.
Orkestrið er kent fyri sítt fjølbroytni og
spælir árliga eina breiða skrá heilt frá
klassiskum konsertum til nútíðar
sjangrur, filmstónleik, jazz og sangleikir.
Síðani 2005 hevur CNSO eisini skipað
fyri Prag Proms Festival um summarið,
ið við sínum merkisverda úrvali av framtraðkandi altjóða tónlistafólkum dregur eitt margfeldi av áhoyrarum til sín ár eftir ár.
Tónaskøld, dirigentar og tónlistafólk annars so sum Ennio Morricone, Lalo Schifrin, James Morrison, Branford & Wynton Marsalis, Pino Donnagio, Giuliano Taviani, José Carreras, Danny Elfman, Vince Mendoza, Giuseppe Tornatore, Carl Davis, Steven Mercurio, Marcello Rota, Christian Lindberg, Chick Corea, Vladimir Cosma venda aftur og aftur til Prag fyri antin at taka upp við orkestrinum ella framføra í tí vakra Smetana-salinum í ráðhúsinum í Prags, sum er heimapallurin hjá orkestrinum.
CNSO hevur eisini endurnýggjað sítt fasta samstarv gjøgnum nógv ár við Andrea Bocelli, umframt spælt saman við Rolando Villazon og Jonas Kaufmann. Orkestrið hevur samstarvað við nøkrum av teim mest framtraðkandi tónlistafólkunum, so sum Sting, George Michael, Natalie Cole, Dianne Reeves, Angélique Kidjo, Denise Donatelli, Ute Lemper og við stórum instrumentalistum, so sum James Morrison, Branford & Wynton Marsalis, Bobby Shew, Joe Lovano, John Abercrombie, John Patitucci, Dave Weckl, Chick Corea og mong onnur.
Tjekkiska tjóðarsymfoniorkestrið varð stovnað í 1993 av trompetistinum Jan Hasenöhrl saman við tí víðagitna dirigentinum Zdeněk Košler. I 1996 var hann avloystur av amerikaneranum Paul Freeman, ið var verandi í starvinum sum høvuðsdirigentur í 10 ár.
Orkestrið hevur nú havt Libor Pešek sum høvuðsdirigent síðani 2007 – eitt tíðarskeið, sum kann lýsast sum einastandandi í mun til tal av haldarum og stuðlum, fimm væl eydnaðar konsertferðir kring Stórabretland, umframt søguliga avrikið við upptøkumaratoninum í árunum frá 2007 til 2017, har Libor Pešek og CNSO megnaðu at spæla inn allar symfoniirnar hjá Gustav Mahler í fullari longd.
Libor Pešek steðgaði á vári í 2019 og varð avloystur av amerikanska dirigentinum Steven Mercurio. Hesin frálíki tónleikarin og fyrrverandi næmingurin hjá Leonard Bernstein hevur arbeitt við orkestrinum i fleiri ár nú, og tað sær ikki mætari út, enn at úr hesum samstarvi spretta ein røð av lovandi og heilt serstøkum nýggjum verkætlanum.
Les meira um The Czech National Symphony Orchestra her: www.cnso.cz/en
##med7##
FØROYA SYMFONIORKESTUR
Føroya Symfoniorkestur varð stovnað í 1983. Ein musikkskúli var stovnaður sum ein roynd árið fyri við nøkrum útbúnum tónleikarum, og í 1983 bleiv Føroya Musikkskúli so endeliga stovnaður við umleið 10 tónleikalærarum. Hetta, umframt tað nýggja stórbæra Norðurlandahúsið, sum lat upp í juni sama ár, merkti, at nú vóru knappliga bæði yrkislærdir tónleikarar og góðir karmar, sum gjørdu tað gjørligt at hava eitt symfoniorkestur.
Tað vóru tónleikalærararnir Magna Synnevåg og Kanny Sambleben sum saman við Alex Sólstein, Bogi Lützen o.ø., ið stovnaðu nýggja orkestrið, ið fekk heitið Føroya Symfoniorkestur. Føroyskir og útlendskir yrkistónleikarar í Føroyum saman við bestu næmingunum í musikkskúlanum, umframt nakrir yrkislærdir tónleikarar úr útlandinum skuldu manna hetta nýggja orkestrið. Hetta hevur verið leisturin, ið er brúktur øll árini líka síðani. Góða menningin hesi árini hevur tó verið, at førleikarnir hjá føroysku tónleikarum eru støðugt batnaðir, og talið av teimum er eisini støðugt vaksið.
Seinastu 20 árini hevur orkestrið havt stóra framgongd. Talið av tiltøkum er vaksið munandi frá umleið tveimum árligum konsertum til umleið 25 konsertir í 2014 t.d. Framgongdin hevur verið málrættað. Hetta er m.a. úrslit av øktari játtan og har av fylgjandi øktum virksemi, saman við tí góða arbeiðnum, sum musikkskúlarnir gera, har fleiri av teimum yrkislærdu tónleikarunum í orkestrinum virka sum lærarar. Fleiri tónleikarar hava eisini traðkað sínar barnaskógvar í musikkskúlanum og í symfoniorkestrinum, áðrenn teir fóru uttanlands at taka hægri tónleikaútbúgvingar.
Orkestrið er vanliga mannað við um 70 tónleikarum og er stjórnað av Bernhardi Wilkinson. Haraftrat er eisini knýtt eitt kór við umleið 120 góðum sangarum, som allir hava verið gjøgnum eina upptøkuroynd, umframt eitt barnakór við umleið 200 børnum. Tað er Føroya Sanglærarafelag, sum stendur fyri stóra barnakórinum til Barna- og jólakonsertina, sum Føroya Symfoniorkestur hevur spælt fyrsta vikuskifti í desembur tey seinastu mongu árini.
Orkestrið hevur verið á trimum konsertferðum uttanlands seinastu 30 árini. Í Hetlandi, í Danmark og í sambandi við hátíðarhaldið, tá orkestrið fylti 30 ár, hevði tað á heysti í 2013 konsert í Akureyri og í heimskendu Hørpu í Reykjavík í Íslandi.
Les meira um Føroya Symfoniorkestur her: www.symfoniorkestur.com
##med8##
TÓRSHAVNAR MANSKÓR
Tórshavnar Manskór varð stovnað í 1987, tá kórið hevði sína fyrstu almennu framførslu saman við hornorkestrinum GHM í Norðurlandahúsinum 22. mars 1987. Kórið hevur verið á fleiri konsertferðum uttanlands - í Íslandi, í Danmark, í Wales, í Skotlandi, í Hetlandi, í baltisku londunum – Estlandi, Letlandi og Litava, í Eysturríki og í Ruslandi.
Tórshavnar Manskór gav út sína fyrstu
fløgu í 1997, sum rætt og slætt eitur »Tórshavnar Manskór«. Á hesi fløgu eru millum aðrar teir mergjaðu sangirnir »Føroyar mítt land« og »Við strondina stóð eg tá ódnin brast á«, sum hevur heitið »Ódn«, eisini er tann gamli føroyski sálmurin »Som den gyldne sol frembryder«, sum Jákup Dahl týddi og sum Heri Eysturlíð setti út fyri manskór, - umframt fleiri aðrir góðir sangir á ymsum tungumálum.
Onnur fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 1999, og eitur »Vit eru Føroyingar«, eftir fyrstu reglu í tí ironisku yrkingini »Kvæði fremsta framtakskappa landsins« (Orð: Regin Dahl/Lag: Kári Bæk) um at vera mentaður føroyingur. Á hesu fløgu eru fleiri sangir frá eini kapping, sum kórið hevði 25. mai 1996, og eisini fleiri sangir á eitt nú íslendskum og donskum. Síðsta lagið er tjóðsangur okkara soleiðis sum Peter Alberg, vanliga nevndur Petur í Geil, skrivaði hann.
Triðja fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2008, og eitur »Væl má gagnast!« eftir síðstu reglu í tí skemtiliga sanginum »Matlepin« hjá Nyholm Debes. Harnæst er fløgan tann fyrsta føroyskt frammleidda fløgan í »surround«, tað vil siga, at lurtarin verður umgirdur av ljóði eins og í einum góðum konsertsali. Á fløguni eru trý løg av ljóði: 1) Super Audio 5.1 »surround« 2) Super Audio Stereo, og 3) vanligt stereo. Á fløguni eru sangir úr Bulgaria, Danmark, Íslandi, Amerika og eisini eru fleiri góðir solistar við á fløguni: Andrias Reinert, Peter H. Niclasen, Fróði D. Sandoy, Birgir Krossteig og aðrir.
Fjórða fløgan hjá Tórshavnar Manskóri kom út í 2009, og eitur »KANTATA TIL 900 ÁRA ÓLAVSØKUHÁTÍÐINA« vanliga nevnd »Ólavsøkukantatan«, sum Edw. Mitens og J. Waagstein gjørdu til Ólavsøkuhaldið í 1930, til minnis um Ólav Kong Haraldsson, sum fall í 1030. Á fløguni eru allir sjey partarnir í kantatuni, umframt inngangssangurin »Fjallprúða heim« og útgangssálmurin »Harra Guð títt dýra navn og æra«. Solistar eru Peter H. Niclasen og Mouritz Mohr. Eftir inngangssangin er ein sera hittinorðað røða, sum Petur Øster hevur skrivað og sum Uni Arge lesur.
Les meira um Tórshavnar Manskór her: manskor.fo
##med9##
Seks yrkingar eftir Jens Paula Heinesen
Hesar eru yrkingarnar, ið Elin Brimheim Heinesen hevur tónasett og týtt og ætlar at geva út á eini EP tann dagin pápi hennara, Jens Pauli Heinesen, fyllir 90 ár, 12. nov. 2022.
Tónlistaverkini verða spæld inn bæði á upprunamálinum, føroyskum, og í enskari týðing, sum Elin Brimheim Heinesen hevur gjørt.
Verkini verða frumframførd á heiðurskonsert fyri Jens Paula av Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum sama dag, sum hann fyllir 90.
Men hetta kann einans lata seg gera, um nátt verður á mál við fíggingini.
SÓLEYAN LÝSIR UM FLØTUR
Yrking: Jens Pauli Heinesen (1964) Tónleikur: Elin Brimheim Heinesen (2012)
Kvøldar á sundi, nátt er í nánd. Sólin at havgeiri dregur.
Nátarnir flúgva at sovandi strond. Minnini hava so kalda hond,
ið kínir tær, tá ið tú svevur.
Streymar á sundi, streymar í mær broddur av drepandi iva,
sum melur í klingur, bønar um svar. Men dunið út úr gjáunum lær
at okkum, ið elska, ið liva.
Tey spæla bert við okkum, lívsins kor, tær sælu, lygnandi løtur,
nú lombini leika í grønari skor,
og heimar smildrast við eittans orð, og sóleyan lýsir um fløtur.
Sóleyan lýsir um fløtur
BUTTERCUPS LIGHT UP THE MEADOWS
Lyrics in Faroese: Jens Pauli Heinesen (1964) Translation: Elin Brimheim Heinesen (2020) Music: Elin Brimheim Heinesen (2012)
Dusk on the sound, day lingers no more The sun falls behind the horizon
The fulmars fly full to the slumbering shore The memories stroke you, cold and sore
at night from where dreams are arising
Streams on the sound, fast flowing in me
a pinching of gruelling misgivings
swirls round and round, begging, yearning for heed But rumble from gorges revels in glee
at us and our loving and living
They play around with us, all palettes of life, these blissful and marvellous moments, while lambs are at play on grassy hillsides, and worlds are smashed by a single might, while buttercups light up the meadows buttercups light up the meadows
EG GANGI VIÐ EINUM DJÚPI
Yrking: Jens Pauli Heinesen (1970) Tónleikur: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Eg gangi við einum djúpi
av ræðslu, hati og skuld
Tað djúpið er fostrað av sárum,
ið liva og bløða í duld.
Eg pínist av hesum djúpi,
har alt er hatur og neyð,
:||: hvar vanlukkur síggjast at trívast og mannabørn liggja deyð. :||:
Men fram av teim ræðsludjúpum, ið loga í mannaond,
har veksur hin ævigi botnur,
ið brennur á deyðans strond.
Skal – meðan tað skýmir í verøld og dagarnir renna framvið –
:||: eg við hesum djúpi ganga og einaferð farast harí? :||:
Nei, leið meg, tú grundari hjartans, til plássið – nú tveytúsund ár –
har óndir tokkar forfarast,
og hatur fær banasár.
Ja, leið meg tú grundari hjartans, til plássið – nú tveytúsund ár – :||: har óndir tokkar forfarast, og hatur fær banasár. :||:
THE CHASM DEEP WITHIN
Lyrics in Faroese: Jens Pauli Heinesen (1970) Translation: Elin Brimheim Heinesen (2020) Music: Elin Brimheim Heinesen (2020)
I walk with a chasm deep within me of horror, of hate and of guilt
This horror is fostered by lesions that bleed and reside concealed
I’m plagued by this chasm deep within me where all is just hatred and dread
:||: where tragedy seems to flourish
and human beings lie dead :||:
But out from these depths of horror
that flame within human minds
this endless hollow is swelling
that burns at the shores of demise Should I – while the world slowly darkens and days fly hastily by –
:||: walk with this chasm deep within me and perish in it one day? :||:
No, please, my pondering heart, lead me to that place – now two thousand years – where evil desires dwindle
and hate gets its terminal tear
Yes, please, my pondering heart, lead me to that place – now two thousand years – :||: where evil desires dwindle
and hate gets its terminal tear :||:
SORGIN ER VØKUR VIÐ
Yrking: Jens Pauli Heinesen (1970) Tónleikur: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Dandar so blíðan bára
á kvøldi um nakið sker Ongantíð hevur hon nomið kærleikans aldugerð
Suðar so blíðan lotið,
kátt er lagið, men kalt Ongantíð hevur tað nomið nomið við tað, ið er alt
Hugsjúk tí (blíða) báran fevnir um nakið sker. Takið meg, køldu steinar, yndið meg einaferð Trásjúkt tí (mjúka) lotið smýgur um nakið basalt Takið meg, køldu klettar lívga meg tú, ið er alt
.......
Skuldi tað hent seg, at lagnan ikki vil unna mær frið.
:||: Spæl so, fiól og urga,
tí sorgin er vøkur við. :||:
SORROW IS BEAUTIFUL TOO
Lyrics in Faroese: Jens Pauli Heinesen (1970) Translation: Elin Brimheim Heinesen (2020) Music: Elin Brimheim Heinesen (2020)
At dusk a wave gently seesaws on a naked skerry in dance
Not once has it ever fondled the waltzing waves of romance A flurry of air whispers gently a cheerful refrain, but cold
Not once has it ever cuddled cuddled that trait which is all
That’s why this gentle sea wave embraces the skerry in pain Take me, cold stones, take me love me, please, just one time That’s why the breeze so fondly caresses the naked basalt
Take me, cold rocks, take me
and comfort me – you, who are all
.......
If destiny happens to hinder
a peaceful mind, through and through :||: Then play for me, violin, and organ ‘cause sorrow is beautiful too :||:
FLÓTTIN
Yrking: Jens Pauli Heinesen (1971) Tónleikur: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Lættur í lund
spældi um stund
Sól gylti skógir og tindar
Sangur og vín
unnustan mín
Ymiskir blæsa teir vindar
Deyðin fór herjandi buldur og gný Smildraði heimin, sum vit livdu í Á, tú týnandi makt millum manna Hvar finni eg lívd fyri tær
Skal eg eldast og ongantíð sanna At her var rúm fyri mær
Burt í fjarløgdum londum
frá vinum og heimi
Eg siti í skugga
hjá slóknandi eimi
Skal eg eldast og ongantíð sanna at her var rúm fyri mær
Silvur og gull
Húsini full
Men hvar er mín lukka, mín gleði
Í einbýli her
Øskukalt er
Dagurin dettur av degi
Geislar av eitri, hvørt sprek og hvørt strá Tað lúrir eitt eyga í hvørjari vrá
Hygg tey styggja meg burtur við gandi Tey unna mær als ongan frið
Eg má rýma frá húsi og landi
Tó at sorgin hon fylgir mær við
Og tí sigli eg bát mín
mót ókendum londum
Og haldi um stýrið
við skelvandi hondum
:||: Eg má rýma frá húsi og landi
Tó at sorgin hon fylgir mær við :||:
THE REFUGEE
Lyrics in Faroese: Jens Pauli Heinesen (1971) Translation: Elin Brimheim Heinesen (2020) Music: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Careless a while
all fun and smiles
at hillsides in sunny reflections
Singing and wine
darling of mine
Winds blow in different directions
The reaper went ravaging, rumbled, and rolled shattered the planet on which we live all
Oh, calamitous force among humans
Where will I find shelter from you?
Should I grow old and never be certain
that I have a place to roam to
In a foreign land far from
my friends and my home
I'm sitting in shade
by the embers alone
Should I grow old and never be certain
that I have a place to roam to?
Silver and gold
The house chockfull
But where is my luck and my pleasure
In solitude here
Freezing in fear
Day follows day without leisure
Rays of poison in every crack,
An eye is out lurking, I’m under attack
They scare me away with their sorcery
They give me no space to breathe
I must flee from my home and my country though grieving accompanies me
And that's why I’m sailing
to faraway lands
and holding my wheel
with trembling hands
:||: I must flee from my home and my country though grieving accompanies me :||:
HEYSTNÁTTIN
Yrking: Jens Pauli Heinesen (1951) Tónleikur: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Legst á brekkur og varðar tá dagurin varliga skýmir eitt lag av háðandi myrkri ið kemur, tá ljósið rýmir Deyðin er altíð kvirrur
– tøgn gløðir honum úr eygum Náttin er hansara látur
ið vekir hamin hjá deyðum
Livnar í vátum lyngi
á sýnum og gomlum gøtum Bøllutir steinar skakkir
vakna á víðum fløtum
Vindar, ið fara og koma
tættar og tungar nætur
suða í deyðum grasi
sum barn ið móðurleyst grætur
Livnar í svørtum botnum
í homrum og djúpum gjáum Vitleyst berst móti lofti
látur úr tómum kráum Føðast og farast í hvirlum náttarljóð undir fjøllum Vaksa í mannahugum
til súsan av ósæddum trøllum
Deyðin – hin blánandi ævi
– ótaldar glanandi gátur
Á háðandi heystarnáttum hoyrir tú hansara látur Føtur, ið bangnir ferðast
á nátt yvir følnaðar urtir :||: Rodnar ein kjálki í eystri ið blæsur náttina burtur :||:
AUTUMN NIGHT
Lyrics in Faroese: Jens Pauli Heinesen (1951) Translation: Elin Brimheim Heinesen (2020) Music: Elin Brimheim Heinesen (2020)
Night falls on cairns on the hillsides now the day has warily darkened enshrouds them in tarnishing twilight that follows when light grows absent The reaper is always quiet
His eyes shining scarlet with stillness The night is his rowdy riot
that wakes up the ghosts of the lifeless
Glistening heather awakens
on old paths on mountain-edges Rounded boulders lie frightened
rise up on open stretches
Winds come and go on the moorland Darkness is dense and defying whispers in withered grassland
like motherless children crying
Pitch-dark gorges awaken
in clefts and abysmal trenches Madly carried up skywards laughter from shrivelled sedges Born and then lost in whirlwinds nightly noise under mountains soaring in human senses
to gabble from ghostly giants
Death – that infinite bottom
- countless mysteries glaring
On noxious nights in the autumn
his laughter is heard, unsparing Fearful feet are out rushing
in darkness on withered flowers
:||: A cheek in the east is blushing and blows off the nightly powers :||:
EITT DÝPI AV DÝRARI TÍÐ
Yrking: Jens Pauli Heinesen (1953) Tónleikur: Elin Brimheim Heinesen (1987)
So verður sagt av monnum at lívið er markleys neyð eitt dýpi av gráum døgum og børn, ið biða um breyð Kanska er lívið sorgarlag kanska er lívið gott
og kanska eg ein skínandi dag beri kenslu av myrkari nátt
Í nátt er luftin so rein og klár bládjúp og ísandi køld
foldin hvílir í hvítari tøgn
og norðlýsið reisir sær tjøld Og vit mítt er fult av tonkum á ferð út á víðan veg
at finna á miðleysu náttargongd tann vísdóm, ið uggar meg
Men ongan vísdóm eg finni ið sigur tey sonnu orð
Sum bløðandi fuglar falla tey aftur at hvítari for
Tó eg veit at dýrgripir finnast og fjalast við gráan eim
tá gentur og dreingir spenna sum folar í dans og gleim
Tá barmur mín spentur av undran av eydnu, av tungari trá
av iva og sorgarløgum
Eisini, eisini tá
:||: veit eg at lívið er gáva eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjønum rekast og villast inní :||:
A CHASM OF PRECIOUS TIME
Lyrics in Faroese: Jens Pauli Heinesen (1953) Translation: Elin Brimheim Heinesen (2020) Music: Elin Brimheim Heinesen (1987)
So many people are saying
that life is eternal dread
a chasm of mournful moments and children begging for bread Life may well be a mournful song Life may well be alright
And maybe I on a sunshiny day remember a shadowy night
Tonight, the air is so pure and clear deep blue and icy cold
Earth lies beneath a sient, white layer and northern lights let their veils fold my mind is so full of wondering
and travelling far in the blind
tonight, without heading or purpose trying to heartening wisdom find
But there is no wisdom to gather
that brings out those trusty words
Like bleeding birds, they splatter
right down back on the snow-covered earth But I know that treasures are buried
deep down in the ember’s grey when girls and boys, unwearied are dancing like foals in play
That is when my heart bursts with wonder of yearn and deep melancholy
of doubt and of bliss and shudder
Even those moments I see
:||: see that this life is an offering a chasm of precious time, you were given to go through exploring to drift and to stray deep into :||: