Fyrstu ferð Elin arbeiddi sum guide hjá nøkrum landsliði, var í 2000, tá NM kappingin fyri ungdómslið var hildin í Havn. Tá hevði Elin sjálvonnur ábyrgdina fyri norska ungdómslandsliðnum.
? Tað var av tilvild, at eg bleiv biðin at vera guide tá. Tað komu átta landslið til Havnina, og tey skulu øll hava ein kontaktpersón knýttan at sær. So tá manglaði FSF hjálparfólk. Onkur kendi onkran, sum kendi meg, og soleiðis kom tað í lag. Mær dámdi tað ógvuliga væl, og eg havi hjálpt til við landsliðum at kalla síðani, greiðir Elin Christiansen frá.
Trupulleikaloysari
Tá landslið eru á vitjan hjá hvør øðrum eru nakrar ógvuliga strangar reglur, sum skulu fylgjast av vertunum. M.a., at ein lokalur persónur skal taka sær av og fylgja við gestaliðnum allatíðina.
? Mín uppgáva er at vera millummaður ímillum Fótbóltssambandið og útiliðið. Áðrenn teir koma, fái eg eina ógvuliga neyva skrá frá FSF, har allar venjingar, máltíðir o.a. er skrivað upp. Men onkuntíð ynskja teir at broyta skránna. Til dømis vilja teir ikki venja á teimum tíðunum, sum FSF hevur givið teimum, ella teir vilja sleppa ein sightseeing túr, ið ikki er tilrættislagdur frammanundan. Øllum tí skal eg taka mær av og fáa í lag, sigur Elin.
Hon skal sostatt lofta øllum trupulleikum, sum stinga seg upp, og loysa teir.
Hon sigur, at hon er biðin um mangt og hvat hesi árini, hon hevur verið guide.
? Mín arbeiðsdagur er frá 9 um morgunin til 22-23 um kvøldið. Og tá havi eg kanska ein hálvan tíma pausu ígjøgnum allan dagin. Og tú veist ongantíð hvat tú kanst koma út fyri, tí tað avhongur av, hvat gestirnir ynskja. So tað er strævið, staðfestir Elin.
Hon sigur, at hon hevur gjørt alt frá at keypa sjokolátu tíðliga um morgunin fyri túsindavís av krónum, skaffað pressukort til yndis journalistarnar hjá venjarunum, til at renna ørindi og vera sightseeing guide á einum busstúri, sum hon sjálv skipaði fyri. Hon leggur flennandi afturat, at tíbetur hevði hon ein góðan busssjafør, sum visti nógv at fortelja um tað, tey sóu.
? Einaferð var eg við einum liði á veg inn á Svangaskarð, har dysturin skuldi vera. Men tá vit høvdu koyrt eina góða løtu, kom málmaðurin í tankar um, at hann hevði gloymt málmanshandskarnar eftir á Hotel Føroyum. So eg mátti fara av bussinum, saman við einum liðleiðara, meðan liðið helt leiðina fram til Toftir. So at ringja og fáa fatur í onkran, sum kundi koma eftir okkum og koyra okkum eftir handskunum og síðani inn á Svangaskarð, minnist Elin.
Tey smærru krevja meiri
Síðani hon fyri fyrstu ferð var guide hjá norska U-15 landsliðnum, hevur hon tikið sær av nógvum landsliðum. Hon hevur verið guide hjá Sveits, Luxemburg, Slovenia, Skotlandi, Íslandi, Týsklandi, Litavia, Malta, Kasakstan, Licthenstein og í hesum døgum rennur hon eisini fyri fronsku stjørnurnar.
Hon sigur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv hesi ymisku liðini forlanga og vilja broyta.
? Rudi Voller, venjarin hjá Týsklandi var óalmindiliga fittur at arbeiðia saman við. Eisini venjarin hjá Fraklandi, Raymond Domenech, er sera lættur at hava við at gera, greiðir Elin frá. Hon hugsar eina løtu, áðrenn hon heldur fram, ? Faktiskt er tað so, at tað eru tey smærru liðini, ið eru tey strævnastu at arbeiða fyri. Tað vísir seg ofta, at teir venjararnir eru strangari og ynskja fleiri broytingar, enn tey størru liðini gera. Men tað hevur sikkurt eisini sínar forkláringar, heldur Elin.
Størru liðini hava kanska ikki sama trýstið á sær, tá tey koma til Føroya, sum tey smærru liðini. Tað er eisini lættari hjá smáu liðunum at broyta skránna.
? Tey stóru liðini, sum t.d. Frakland, hava nógvar stjørnur í heimsklassa. Tey hava tí eisini nógv security fólk við, sum skulu fylgja liðnum allastaðni. Tað krevur eitt nógv størri arbeiði at skula broyta okkurt hjá teimum, enn um tað bara er eitt lið við ongum stjørnum, og harvið ongum security fólki afturat, sigur Elin.
Hon sigur, at trupulleikin við hesum smáu eysturlendsku londunum ofta er hann, at tey duga sera illa at práta enskt. Og tá kann tað gerast trupult at hjálpa teimum.
? Á liðnum hjá Kasakstan, var bert ein, ið dugdi eitt sindur av enskum. Hinir prátaðu kasakstanskt við meg, sigur Elin. ? Men tað gekk allíkavæl við teknmáli og góðum vilja.
Hon heldur eisini, at tá liðini síggja at man roynir at vera professionellur og at gera alt fyri tey, so vera tey meiri takknemmilig og minni forlangandi.
? Tú ert tað einasta kenda andlitið í landinum fyri hesi fólkini, og tey blíva ofta góð við teg. Serliga liðleiðararnir, sum eg havi mest við at gera. Eftir eina tíð verða teir ofta bekymraðir um meg. T.d. spyrja teir um eg havi etið og bjóða mær við til borðs, tá liði fer at eta, sigur Elin.
At liðini veruliga eru takknemmilig fyri tað stóra arbeiðið, hon ger, merkir hon eisini.
? Eg royni at gera tað, sum teir ynskja. Um tað er ein trupulleiki, so loysi eg hann við einum smíli. Tað ger alt nógv lættari. Men eg fái eisini fantastiska hjálp frá FSF, sum eg altí ð kann ringja til, um á stendur, sigur hon.
Tann ringa síðan
Men tað er ikki altíð bara stuttligt at vera guide. Elin verður nevniliga eisini ofta millumlið ímillum stjørnurnar og føroysku fjeppararnar.
? Tað er ræðuliga ringt at nokta hesum fittu smádreingjunum, sum eg ofta kenni væl, at sleppa í kontakt við hesar stóru fótbóltsspælararnar. Men tað eri eg noydd til. Týsdagin, tá Frakland skuldi venja á Tórsvølli vóru eini 200-300 børn komin saman, og vildu sleppa inn í bussin til leikararnar. Leikararnir mundu ikki sloppið at vant, tí børn vóru allastaðni. Tá mátti eg vera tann óreina, sum kúsjaði børnini burtur, og noktaði teimum at møta idolunum, greiðir Elin frá.
Hon sigur, at tað er ein partur av hennara arbeiði, sum hon noyðist at gera.
? Nógv børn vórðu rasandi inn á meg, og tað vóru fleiri mammur eisini. Men hatta er mítt arbeiði. Um leikararnir ikki sleppa framat vøllinum, verða security-menninir hjá teimum í øðini, og tað gongur í fyrstu atløgu út yvir meg, og í aðru atløgu út yvir FSF. Tí tað stendur øllum útiliðum frítt at klaga til FIFA um fótbóltsuppihaldi í einum øðrum landi ikki hevur verið nøktandi, sigur Elin.
Hon sigur, at tað tók Thierry Henri einar 15-20 minuttir at ganga frá bussinum og oman til vøllin. Og tað er ikki nøktandi.
Hóast tað, so heldur hon at liðini sum oftast hava verið sera nøgd við uppihaldið í Føroyum.
- Eg havi ongantíð spurt um autograf frá nøkrum spælara, men allíkavæl havi eg fingið nógvar. Tá Týskland var her, góvu teir mær eina landsliðstroyggju við øllum autografunum á. Eg havi fingið gávur, e-mailar ella blómur frá øllum liðunum, sum hava verið her. Tað er ein góð kensla, at tá tú hevur gjørt alt, sum tú hevur kunnað fyri hesi liðini, at tey so eisini vísa, at tey eru takksom, sigur Elin Christiansen at enda.
Telefonin hevur ringt fleiri ferðir, ímeðan vit hava tosað, og nú má hon skunda sær niðan á Hotel Føroyar, at taka sær av stjørnunum, áðrenn dystin í kvøld.