Eliasbeth Vang er aftur í KÍ. Kropsligi venjarin var partur av venjaratoyminum í 2021 og 2022, men hevur í 2023 verið og kappast í fitnessítróttini í millum annað Las Vegas í USA.
- Vit eru errin av at kunngerða at Elisabet aftur er ein partur av venjaratoyminum sum fysiskur venjari. Vit hava sera góð úrslit at vísa á frá 2021-2022 tá Elisabet var fysiskur venjari hjá KÍ og gleða okkum til eina spennandi tíð, skrivar KÍ.
Eliasbeth Vang er fyrrverandi landsliðsspælari og fær góð skotsmál sum kropsligur venjari. Sagt verður, at hon er óvanliga nærløgd og málrætta í síni tilgongd.