Ítróttur
Eftir at frælsi ítrótturin fyri tveimum árum síðani vann hópin av heiðursmerkjum heim til Føroya, hevur talan bert verið um tvey úr bronsu hetta árið.
Ein av teimum, sum hevur mist sítt heiðursmerki, er Ási Mikkelsen, sum vann silvur á Gotlandi, men í ár mátti taka til takkar við fjórða plássinum.
Støðið er hækkað
Spurdur, um hvørjar orsøkirnar til hetta, sigur Ási, at orsøkirnar til hetta er tvinnar.
- Fyrst og fremst var tað tað, at eg leyp ov stutt. Møguleikarnir fyri at kiksa í eini slíkari kapping eru altíð størri, enn tá tú ert heima, og við hvørt kiksar tað.
- Hinvegin er støðið í kappingini nógv hækka seinnu árini, og meðan eitt lop oman fyri sjey metrar við vissu gav gull fyri fýra árum síðani, so gevur hetta bara bronsu í dag, sigur Ási.
Støðið á Oyggjaleikunum hevur enn ikki nátt altjóða støðinum, men tað er komið upp á tað sama, sum tú sært í Norðurlendskum kappingum. Og tað er soleiðis í Danmark og Noreg og fyri sóvítt eisini Svøríki, at tú vinnur ikki eitt meistaraheitið uttan so, at tú hevur vant miðvíst í minst eini tíggju ár.
- Tað er soleiðis, at tú noyðist at laga teg eftir ítróttini. At gera hana til ein lívsstíl, og tað er ikki fyrr enn tú hevur vant soleiðis í eini tíggju ár, at tú kanst vinna heiðursmerki á slíkum stevnum.
Kreppan hjálpti ítróttini
Eitt er lívsstílur. Nakað annað eru umstøðurnar, og her kann so ikki sigast annað enn tað, at føroyingar als ikki hava sama møguleika, sum mótstøðumenninir hava. Ási er eisini samdur i hesum, og hann hevur eisini eina greiða støðu til, hví Føroyar seinnu árini hava verið við í kappingini um heiðursmerki.
- Tey, sum kappast um heiðursmerki fyri Føroyar í dag, tað eru fólk, sum vóru fyrst í 20?unum, tá kreppan var í Føroyumk. Hópur av ungfólki fluttu til Danmarkar, og tey, sum tá fóru í holt við at íðka frælsan ítrótt, hava nú verið aktiv í eini 10 ár.
- Tað, sum hendir nú, er, at tað gongur øgiliga væl í Føroyska búskapinum, og fólk flyta heimaftur. Á ein hátt kanst tú siga, at kreppan var góð fyri frælsan ítrótt í Føroyum.
Weeken-bumsar
Eftir at hava sagt sína hugsan um hetta, vendir Ási aftur til tosið um at gera ítrótt til ein lívsstíl, og her heldur hann avgjørt ikki, at føroyingar eru nóg væl fyri.
- Elitu ítróttur er so at siga ikki til í Føroyum. Tú mást gera upp við teg sjálvan, hvat ítróttur yvirhøvur er.
- Í Føroyum er tað gjarna soleiðis, at tú bara íðkar ítrótt helvina av árinum. Til dømis eru føroyskir fótbóltsspælarar »weekend-bumsar« helvtina av árinum, og við einum slíkum hugburði, so nært tú ikki einum støði, har tú fært savnað fleiri heiðursmerki á eitt nú Oyggjaleikunum.
- Tað er helst eisin ein spurningur um at skapa ein ella annan form fyri elitu-arbeiði, sum vit ongan tíð hava havt.
Hini satsa øðrvísi
Yvirhøvur tykist tað annars vera soleiðis, at føroyingar á Oyggjaleikum vera betri fyri, tá talan er um liðkappingar, heldur enn í kappingum fyri einstaklingar. Spurdur um talan kanska er um eitt slag av »jantelov« sigur Ási, at tað heldur hann ikki.
- Eg veit ikki rættiliga, men tú kanst venda tí hinvegin. Tekur tú okkurt av føroysku liðunum, sum eru við her, og tveitir tey í eina norðurlendska kapping, so høvdu tey neyvan staðið seg.
- Tað er helst soleiðis, at støðið á einstaklingunum, sum eru við her, er hægri enn hjá liðunum. Sjálvandi eru framvegis nøkur hol, men tað verða alt fleiri greinar, har medaljuvinnararnir hava norðurlendskt støði.
- Eg haldi eisini, at tað er soleiðis, at onnur lond í størri mun satsa upp á einstaklingarnar enn lið. Tey siga sum so, at um vit eru 60.000 fólk, so kunnu vit ongan tíð fáa eitt lið, sum hevur altjóða støði. Tá finnast ikki nóg nógv, sum eru nóg góð. Hinvegin kunnu vit kanska finna onkrar einstaklingar, sum kunnu standa seg, og tí hava tey heldur valt at satsa upp á elituarbeiðið.
- Tú ert noyddur til at hava elituarbeiðið í slíkum førum, tí líka mikið, hvussu stórt talentið er, so hjálpir tað einki, um tað ikki verður uppdagað, fyrr enn tú ert 22 ella 23 ára gamal.
- Skal tað ikki merkja endin á heiðursmerkjarøðini fyri frælsan ítrótt í Føroyum ? og helst eisini fyri svimjingina ? so eru vit noydd til at finna ein ella annan form fyri elituarbeiðið, sigur Ási Mikkelsen at enda.