Um veðrið fer at skikka sær so mikið væl fram móti vikuskiftinum, at flúgvarnir kunnu lenda í Vágum, og tað verður klúgvandi bygdanna millum, so er ætlanin hjá FSF at halda fjórða og seinasta partin av elituvenjaraskeiðnum. Teir níggju luttakararnir skulu halda til í hølunum, sum Tryggingarfelagið Føroyar eigur í Runavík, og praktiska venjingin verður á Svangaskarði.
Tá farið varð undir útbúgvingina fyri einum ári síðani, vóru tólv venjarar inni í myndini, men nú eru níggju eftir. Teir eru Annfinn Danielsen, Matthias Davidsen, Hans Mourits Foldbo, Eli Hentze, Petur Mohr, Trygvi Mortensen, Johan Nielsen, Jógvan Martin Olsen og Petur Simonsen.
Í fjør vóru teir á trimum vikuskiftisskeiðum. Fyrsta ferðin var 20. til 22. februar, onnur ferðin var 17. og 18. juli og triðja ferðin var 24. og 25. oktober. Í sambandi við hesi vikuskiftisskeiðini hava venjararnir latið skrivligar uppgávur inn, og tær hava aftur verið grundarlag undir avhoyringum.
Elituvenjaraprógvini verða latin í heyst. Ætlanin er, at venjararnir skula á námsferð, tá fótbóltskappingin er liðug í oktober. Fyribils sær út til, at ferðin verður til Danmarkar, og har skulu føroysku venjararnir hava ábyrgd av at venja eitt unglingalið.
Eftir hesa ferðina fáa skeiðluttakararnir at vita, um teir hava staðið prógv, og teir fáa samstundis at vita, um teir kunnu fáa loyvi til at fara undir diplomvenjaraútbúgvingina.
Evnini
Uppgávurnar, sum venjararnir higartil hava latið inn, hava snúð seg um menning av spælistíli, viðurskifti rundanum at spæla dyst og um at leggja eitt kappingarár til rættis.
Í vikuskiftinum fer tað at snúgva seg um menning av tí einstaka spælaranum. Í tí sambandinum fer hvør av teimum níggju venjarunum at fáa tríggjar ungar spælarar, ið eru evni til U-16 landsliðið, knýttar afturat sær.
Allir venja
Fyri at taka lut í elituvenjaraskeiðnum var tað ein treyt, at venjararnir bæði í fjør og í ár skuldu hava ábyrgd av einum liði í 1. ella í 2. deild ella einum unglingaliði ella einum dreingjaliði í meistarabólkinum.
Í fjør var hetta eingin trupulleiki, men í ár hevur tað verið eitt sindur torførari at fáa kabalina at ganga upp, tí einstakir av venjarunum, sum í fjør høvdu ábyrgd av liðum í 1. deild, eru givnir. Men nú skilja vit, at hetta er komið í rættlag.
Petur Simonsen, sum í fjør var venjari hjá B68 í 1. deild, skal í ár hava ábyrgdina av unglingaliðnum hjá HB, og Petur Mohr, sum í fjør var venjari hjá NSÍ í 1. deild, skal venja dreingjaliðið hjá sama felag.
Lærari gevst
Tað hava verið tríggir danskir lærarar knýttir at elituvenjaraskeiðnum hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Knud Aage Nielsen, Jens Tang Olsen og Max Rasmussen.
Allir eru teir kendir millum føroyskar venjarar, men hetta vikuskiftið verður tað síðsta, at Knud Aage Nielsen verður lærari á skeiði í Føroyum, tí hann fer frá fyri aldur.
Elituvenjaraskeiðið er ein av UEFA góðkend venjaraútbúgving. Bara ein venjaraútbúgving er í Danmark hægri enn henda. Tað er diplomvenjaraútbúgvingin.