Tað var Andreas Berg í Porkeri, sum ringdi inn til gekka-vertin í kvøld, Jan Gardar. Kona Andreas, Elsa Berg, hevði fingið fulla plátu, og maðurin hevði fingið til uppgávu at vera fjarritari.
Og hetta var ikki ein hissini ábyrg, hann hevði fingið, nú kona hansara eisini hevur føðingardag í dag. Fór tað at eydnast manninum at hála konu síni í hús ein heilan gekka-vinning í føðingardagsgávu.
Og jú - tað eydnaðist!
Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld var á 700.000 krónur, og Elsa Berg valdi at deila vinningin í trý - við 250.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 37.500 krónur. Men, nú Elsa Berg hevði fingið fulla plátu og møguligan til nakað stórt, helt hon, at maðurin skuldi gera eina roynd aftrat.
Og í øðrum drátti steðgaði gekka-hjólið so beint á gula leypinum, sum hann annars var so ógvuliga nær við longu í fyrsta drátti.
Nú var skríggj og róp at hoyra í heiminum í Porkeri, har eisini hevur verið hildin føðingardagur í dag. Eftir ongari løtu høvdu 250.000 skattafríar krónur smoygt sær inn um dyrnar í Porkeri - og í lumman hjá Elsu Berg.
Kann nakar føðingardagur eydnast betur enn at vinna høvuðsvinningin í gekka-spælinum júst ein slíkan dag? - Fantastiskt, segði maðurin, Andreas Berg, og takkaði nógvar ferðir fyri vinningin og føðingardagsgávuna til konu sína í kvøld.