Í kvøld varð punktum sett fyri sætta umfar í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. NSÍ, sum hevur fulla úrtøku, hevði vitjan av uppflytarunum í FC Suðuroy, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku á heimavølli ímóti TB og á útivølli ímóti 07 Vestur.
NSÍ var stórfavorittur, og NSÍ vann øll trý stigini, men tað leyp ikki av hjá heimaliðnum. NSÍ vann 1-0, og málið varð skorað 12 minuttir undan leikloki.
Síðani hann kom til felagið hevur Brandur H. Olsen av álvara gjørt mun, og landsliðsmiðvallarin eigur sín stóra part í góðu avrikunum og í at NSÍ eftir seks umfør hevur fulla úrtøku.
Í kvøld átti Brandur H. Olsen avgerandi leiklutin, tá ið hann av brotsteigarmarkinum við beinleiðis frísparki sendi bóltin í málið. Hetta var triðja ferðin í ár, at Brandur H. Olsen skoraði við beinleiðis frísparki.
-Eg havi ongantíð áður í eitt kappingarár skorað tríggjar ferðir við beinleiðis frísparki. Vit eru fegnir um sigurin, og FC Suðuroy eigur stórt avrik fyri avrikið. Teir gjørdu tað trupult fyri okkum, sigur Brandur H. Olsen í samrøðu við FM1 útvarpið.
NSÍ er framvegis ósigrað topplið við 18 stigum fyri seks dystir. FC Suðuroy er á sætta plássi við seks stigum.
Í FC Suðuroy hava teir alla orsøk at fegnast um góða avrikið, og tað er lætt at skilja, at teir iðra seg um tepra tapið. FC Suðuroy var ikki komið til Runavíkar at pakka seg niður. Viðhvørt var talan um sera væl skipað og tætt verjuspæl, og viðhvørt var FC Suðuroy ágangandi fremri á vøllinum, har tað varð roynt at trýsta miðverjarnar hjá heimaliðnum.
-Í løtuni harmast vit nógv um, at tað ikki eydnaðist at vinna eitt stig, tí tað var tað, sum vit ætlaðu okkum, tá ið vit fóru frá húsum, og so var tað so tætt við, at tað eydnaðist. Teir vóru favorittar, og teir eiga eitt gott lið, men á vøllinum eru tað 11 ímóti 11, og vit vístu í kvøld, at vit megna at spæla upp ímóti øllum, sigur Dánjal Godtfred, sum var stinnur á miðvøllinum hjá FC Suðuroy.
Leygardagin í næstu viku fær FC Suðuroy vitjan av KÍ, og tá fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
NSÍ – FC Suðuroy 1-0 (0-0)
1-0: Brandur Hendriksson Olsen
Dómari: Kári J. á Høvdanum