Elsa er modell í Australia

18 ára gamla havnargentan Elsa Bech fór í summar við felagsskapinum STS til Australia at ganga í skúla í eitt ár. Ein vitjan á einum festivali førdi við sær, at Elsa nú eisini gongur á einum modellskúla og hevur gingið modell, meðan breiðvaksnir trygdarmenn hava staðið undir liðuni á henni

Í nógv ár hevði unga havnargentan Elsa Bech gingið við einum dreymi um at fara til Australia at verða í eitt ár. Av somu orsøk arbeiddi Elsa nógv og savnaði sær harvið pening til at gjalda fyri eitt slíkt uppihald, sum kostar rættuliga fitt av peningi. Elsa fór til Australia fyrst í juli mánaða, og tað var ætlanin, at hon skuldi ganga á high-school og so

annars bara uppliva landið. At hon so eisini skuldi enda sum modell, var púra óvæntað, men ger hetta uppihaldið hjá Elsu í Australiu bara enn meiri upplivingaríkt.


Bleiv steðgað á einum festivali

Elsa býr í stóra býnum Melbourne hetta árið, ið hon er í Australia, og tað er eisini har, at modellsøgan hjá Elsu byrjar.

Einaferð miðskeiðis í oktober mánaða var Elsa, saman við australsku familjuni hjá sær, á árliga Melbourne-festivalinum, sum er ein stórur festivalur við tónleiki, sølubúðum, sjónleiki og nógvum øðrum tiltøkum. Meðan tey standa og hyggja at einum bási, har ein maður tekur myndir av ungum gentum, vendir hesin myndamaðurin sær til Elsu og spyr, um hann kann sleppa at taka myndir av henni. Elsa var rættuliga trek og gjørdist samstundis illa við, men familjan eggjaði hana til at royna seg, og meðan ein rúgva av fólki stóð og hugdi at, bleiv Elsa avmyndað úr alskyns vinklum.

Dagin eftir tosar ?fosturpápin? hjá Elsu í Australiu og myndamaðurin saman í telefon, og teir báðir gera av, at Elsa og fosturpápin skulu koma ein túr inn á skrivstovuna hjá myndamanninum at tosa

nærri saman.

Heimið hjá Elsu í Melbourne liggur ein góðan tíma at koyra frá miðbýnum, og tey bæði Elsa og fosturpápin fóru so inn at práta við myndamannin. Hendan samrøðan førdi so við sær, at Elsa fekk

bjóðað pláss á fremsta modellskúlanum í Australia, Maria Louise Model School, har einar 1000 vónríkar ungar gentur hvørt ár søkja um upptøku, men bert einar 60 sleppa inn. Elsa tók av og skrivaði sáttmála við skúlan fyri tað, sum er eftir at uppihaldinum hjá henni í Australia.

Hesin skúlin er ógvuliga væl umtóktur í Australia, og tað er vanligt, at mótafólk leita sær hagar, tá ið tey skulu brúka modellir til mótasýningar av ymsum slag.

Skúlin er uppkallaður eftir einari kendari australskari modell, og hendan Maria Louise hevur hvørja viku eina sjónvarpssending um móta í australskum sjónvarpi, og tað eru altíð gentur frá skúlanum, ið

verða nýttar til hesar sendingar, so hetta hevur Elsa eisini roynt.

At modellskúlin ger uppihaldið hjá Elsu í Australia væl strævnari er einki at siga til. Umframt at hava fulla tímatalvu á high-school, hevur Elsa nú eisini nógvar tímar um vikuna á modellskúlanum.

Modellskúlin er hvønn leygardag frá klokkan 11 til 17, og haraftrat eru eisini tímar onkuntíð týsdag og mikudag. Hetta gevur ikki Elsu nógvar fríløtur, men tó so hevur hon nakað av frítíð, og tær nýtir

hon oftast til sítt stóra frítíðarítriv, sum er aerobic.

Tá ið Elsa er í skúla leygardag, sær tímatalvan nøkunlunda soleiðis út, at hon frá klokkan ellivu til eitt hevur venjingar í at ganga modell. Síðani er ein døgurðasteðgur til klokkan tvey, har genturnar so

hava tímar í tí, sum tey rópa ?acting?, har tær læra at tosa og ?úttrykkja? seg.


Vald út at ganga við dýrum prýðislutum

Sum áðurnevnt so vitja mótafólk ofta modellskúlan hjá Elsu at finna sær modellir at ganga við sínum vørum.

Ein dagin vitjaði so kendasti gullsmiðjurin í Australia skúlan, tí at hann skuldi brúka sjey gentur, sum skuldu vísa nýggjastu og dýrastu hálsprýðini, armprýðini, oyraringarnar og ringarnar hjá honum

fram. Millum tær sjey genturnar, sum hann valdi var Elsa so ein.

Mótasýningin var í eini stásiligari høll í miðbýnum í Melbourne, og har vóru øll tey kendu í Australia og hugdu at. At hetta gjørdist ein stór uppliving hjá Elsu er einki at siga til, og hon gjørdist ikki minni

spennandi av, at Elsa bleiv vald at ganga við teimum dýrastu lutunum, sum tilsamans høvdu eitt virði av umleið trimum milliónum krónum!

Tað er heldur ikki torført at skilja, at meðan Elsa og hinar gingu og vístu dýru prýðislutirnar fram, gingu tveir vælvaksnir trygdarmenn undir liðini á teimum fyri at tryggja, at ongin fór at royna at stjala

lutirnar.

Hendan stóra mótasýning var so mikið vælumtókt og kend, at hon bleiv víst í australskum sjónvarpi.


Elsa er jarðbundin

Nú eru tað óivað nógv, sum hugsa, at Elsa fer at hava stórar ætlanir um at gerast modell í Europa, tá ið hon kemur aftur hendanvegin, men so er ikki. Unga havnargentan er jarðbundin, og hon sigur í telefonini úr Melbourne, at hon tekur modelltíðina bert sum eina eyka uppliving í sínum uppihaldi hinumegin knøttin. Tað, sum hon veruliga hevur hug til, er at gerast fittnessvenjari, og tað ætlar hon sær at læra til, so skjótt, sum tað er gjørligt.

Elsa er gjøgnum síni modellarbeiði komin til at kenna hópin av fólki í Melbourne, og hon hevur tað stak væl í Australia annars. Tó segði hon, hetta kvøldið stutt fyri jól, tá ið Yngd tosaði við hana, at henni longdist eitt sindur heim, nú jólini stóðu fyri, og henni saknaði eisini nógv býarlívið í Havn, hóast býarlívið í Melbourne so sanniliga eisini er gott. Har er tað bert óhugsandi hjá eini 18 ára gamlari gentu at ganga einsamøll úti um kvøldarnar.


Øðrvísi jól

Sum vit nevndu í áðni, so prátaði Yngd við Elsu stutt fyri jól. Tá ið vit spurdu hana, hvussu hon fór at halda jól, var svarið ikki júst tað, sum vit vanliga seta í samband við jól her í Føroyum.

Í Australia er í løtuni summar, og tískil hevur Elsa eisini summarfrí nú. Jólaaftan verður ikki gjørt nakað serligt burturúr í Australia, men jólamorgun lata australiarar allar jólapakkarnar upp. Soleiðis verður tað eisini hjá Elsu og teimum, men so skjótt sum jólagávurnar eru pakkaðar upp, fara tey eina útferð oman á strondina.

Nú summar er í Australia, liggur hitin um eini 40 hitastig, so hugsingur er ikki um at verða inni, og tískil fer Elsa saman við fosturfamilju síni at halda jól á strondini. Fosturfamiljan hjá Elsu er av hollendskum uppruna, og tey hava eina dóttur, sum er javngomul við Elsu, og eina sum er 14 ár.


Ferðast um landið

Meðan Elsa er í Australia, hevur hon eisini ætlanir um at síggja so nógv av stórsligna landinum sum gjørligt. Hon hevur longu vitjað í høvuðsstaðnum Brisbane, og sunnudagin fór hon á vitjan í Perth.

Í mars mánaða fer hon so á eina tríggjar vikur langa safari um alt Australia, tó serliga inni í landinum. Eisini hevur hon havt føroyska vitjan, meðan hon hevur verið í landinum. Herfyri vóru havnargentan

og fyrrverandi starvsfelagin hjá Elsu, Malan Mikkelsen og vestmenningurin Petur Frank Joensen og vitjaðu Elsu. Tey hava verið og fjakka, og móti endanum av teirri fjakkaraferð komu tey so til

Melbourne, har tey steðgaðu í eina viku. Tað vikuskiftið gistu tey bæði so hjá fosturfamiljuni hjá Elsu.


Kundi hugsað sær meiri tíð

Tá ið samrøðan hjá Yngd við Elsu er við at nærkast endanum, letur Elsa endiliga heilsa øllum har heima og siga, at hon hevur tað sera gott. Henni leingist heim viðhvørt, men tó kundi hon hugsað sær eitt sindur betur tíð til at sæð seg um í stórsligna landinum hinumegin jørðina.

Eisini ætlar at hon sær at royna gyrðislop og okkurt annað, áðrenn hon einaferð móti summri aftur verður at síggja her heima á klettunum.