1. partur
Tað kann sigast, at Elsa kanska meira enn nakar annar føroyingur hevur upplivað nútíðar heimssøgu. Fram til 1974 var tað keisarin Haile Selassie, sum sat við ræðið í Etiopia. Men tá gjørdist uppreistur, og kommunistar tóku valdið. Hetta gjørdist ein ræðutíð við forfylging av ringasta slag. Men Elsa upplivdi eisini, at hetta stýrið fall í 1991, beint áðrenn hon fór heim med alla eitt ár seinni. Tí fer ein týðandi partur av hesi frásøgn at vera um, hvussu Elsa upplivdi hesa tíðina.
Elsa upplivdi eisini fleiri av teimum hungursneyðum, sum í síni tíð fyltu heimspressuni. Hon var eisini saman við sínum starvsfeløgum við til at hjálpa sum frægast.
Grundarlagið fyri hesi røð er partvíst tíðindabrøv Elsa sendi heim, og sum regluliga vóru prentað í Kirkjuligt Missiónsblað. Eisini er bókin hjá Elsu Etiopia Kallar ein kelda. Umframt hetta hava vit so eisini havt samrøður við Elsu. Har tað hevur verið neyðugt fyri at fáa eina frásøgn fullfíggjaða eru eisini aðrar keldur nýttar.
Tikið saman um kann sigast, at her er talan um eitt spennandi og innihaldsríkt lív, har høvuðsendamálið var kristniboðan og sjúkraviðgerð. Í fyrsta partinum greiðir Elsa frá sínum uppruna í Gøtu og um tíðina, til kom kemur til Konso, hennara fyrstu støð í Etiopia:
Eg eri fødd í Norðragøtu 15. februar 1928. Foreldur míni vóru Eliesar Jacobsen í Tjørnustovu og Sunneva, f. Heinesen, úr Súnastovu. Pápi var sonur Petru, ættað úr Barbustovu í Syðrugøtu, og Absalon, sum var bóndi í Tjørnstovu. Mamma var dóttir Elspu og Magnus í Súnastovu.
Pápi var fiskimaður stóran part av lívinum. Millum annað var hann við vágssluppini Traveller í 1917, tá ið teir vóru skotnir niður á Føroya Banka av týskum kavbáti. Beiggi hansara Doreus var eisini við. Men veðrið var gott, og teir kláraðu av rógva til lands.
Seinastu árini var pápi keifúti í Gøtu. Eisini høvdu vit handil í mong ár. Tey fyrstu árini var tað fyri Weihe-menninar í Søldarfirði.
Eg vaks upp í einum trúgvandi heimi, har mamma og pápi lærdi okkum at biðja og um Jesus. Tey tóku okkum við í kirkju, í sunnudagsskúla og á møti, og lærdu tey okkum upp í Guds orði. Pápi var kirkjuverji í 36 ár. Vit komu tí at hava nógv við kirkjuna at gera.
Í grundini var ikki tosað so nógv tá um ytri missión í mínum heimi. Men vit hildu eitt danskt missiónsblað, og mamma plagdi at lesa úr hesum blaðnum fyri okkum.
Vit vóru 13 systkin. Eg var fimta barnið í røðini. Beiggjarnir vóru fimm: Magnus, Absalon, Esmar, Suni og Per. Vit vóru átta systrar: Petra, eg sjálv, Óluva, Maria, Lea, Anna, Emma og Jonhild. Trý av systkjunum eru deyð, Absalon, Esmar og Maria.
Ommubeiggi mín Per Olsen hevði bygt húsini, sum vit vuksu upp í. Tey standa í gamla býlinginum beint við gomlu kirkju í Norðragøtu. Per sjólætst saman við abba mínum, Magnusi Heinesen, á Gøtuvík í 1918.
Esmar bróður skrivaði í síni tíð eina yrking um hesa hending, og lýsir hon væl tilgongdina og hendingina. Yrkingin stóð í yrkingarsavninum Fiólin, sum Esmar gav út í 1956.
Yrkingin ljóðar soleiðis:
Alvaldaráð
Hann øtlaði veðrið,
sum náttin leið fram;
Per leggur seg aftur í koyggju.
Ei hugsingur um at taka línuna upp,
teir settu í gjár báðir Magnus.
Eitt lítið bil blundar
tá vaknar hann, Per:
tað tykist so løgið í kroppi.
Hann reisist í koyggju og stígur framum,
sær lurtandi yvir at glugga.
So dánt hoyrist vindur,
fyrr leikaði á
– ein eyðsýndur skái í veðri.
Væl kundi tað verið, hann helt sær ta stund
sum rógvið var út har – og aftur.
Hann klæðist í brøkur,
ber troyggju um høvd
og treður so føtur í tuflur.
Sær gongur so maður skamt yvir um tún,
at vita um svágur er fúsur.
Teir líta um skýdrátt
og yvir á lógv
øll líkindi monnum til vildar.
Seg dobba so báðir og leita á støð;
teir flota og leggja frá lunni.
Og brátt tók hann leyst handan undan –
Um tungur var róður og tigandi menn
– tey boð bar ei maður til bíggja;
men tigandi tveir vóru drignir úr sjó,
tá fram leið á komandi degi.
Og hálvdur fleyt bátur á grunni.
Dadda var profetisk
Húsini verða í dag rópt »hjá Peri«. Í mínum barnaárum vóru tey rópt »hjá Eliesari«. Mamma og pápi giftust inn her, eftir at abbi og Per vóru deyðir. Tá búði Olevina, systir Per, einsamøll í húsinum. Ein onnur systir, Petra, búði eisini her, men hon doyði í 1917. Øll hesi trý systkin vóru ógift.
Olevina, eisini kallað Dadda, hevði havt barnalammilsi sum smágenta og var tí ikki før fyri at ganga. Beinini vóru kropnað upp undir hana. Hon ók seg fram eftir við tuflum á hondunum. Tá ið hon fór í kirkju, fekk hon lyft seg upp á beinkin at sita. Hon kláraði seg væl, og kundi tí vera dadda hjá okkum systkjum.
Á eldri árum lá hon tó í seingini í 12 ár, inntil hon doyði í 1945, 74 ára gomul. Tá ið Dadda lá fyri deyðanum, sigur hon eina ferð við meg, sum tá var heilt ung: »Hvørji eru hesi svørtu børnini, sum standa aftanfyri teg?« Eg sá eingi svørt børn, men nú búgva tey í sama kamari sum Dadda! Tað kann sigast, at hetta vísti seg at vera profetiskt, sum tað seinni verður greitt frá. Hon var annars so serliga góð við meg.
Tað skal skoytast uppí, at takkað verið Daddu er varðveitt eitt forvitnislig bræv, sum er heilt frá 1834. Abbi Daddu, Peder Zachariassen, hann var oldurabbi mín, var deknur í Gøtu, og hann lærdi børnini at lesa. Hetta sigur nakað um, at hann hevur verið nakað serligt, tí at lesa var ikki nakað, hvør maður dugdi tá. Peder hevur verið væl við prestin, sum tá var á Nesi, Jørgen Gad. Hann skrivaði í 1834 bræv til oldurabba. Hetta bræv er avskrivað av Daddu. Tað er tískil varðveitt og er í varðveitslu hjá okkum.
Gad takkar oldurabba so hjartaliga fyri vinskapin teirra millum og vónar, at teir skulu síggjast aftur. Síðan umrøður hann »de ulykkelige tildragelser paa Østerø, siden min Afrejse. Om de druknede i Lervig og Sydregøte, var jeg allerede i forvejen underrettet. De Efterlevende maa du meget hilse fra mig, især Joen Olsen og kone, som have gaaet meget igennem her i Verden. Ligeledes maa du hilse de efterlevende paa Skaale, thi ogsaa der er nogle, blandt andre Johannes Poulsen, døde paa Søen«.
Hetta bræv gevur tískil ábendingar um vanlukkur á sjónum, sum hava verið, eisini í Gøtu, um hesa tíðina.
Fluttu út á Bakka
Seinnu fluttu vit út í húsini úti á Bakka, beint omanfyri kajuna. Hesi hús hevði pápi keypt nakað frammanundan.
Míni barnaár hevði eg sostatt heima í túni í Norðragøtu. Vit vóru tíðliga lærd at arbeiða. Tá ið vit vóru so nógv systkin, kom tað av sær sjálvum, at tey eldru vóru sett at ansa eftir teimum yngru.
Vit spældu nógv á sandinum og í fjøruni, tá ið vit vóru smá. Eitt var at renna undan briminum og at svimja á sjónum. Vit leitaðu í fjøruni eftir leikapettum, sum vit brúktu til húskiráð, tá ið vit gjørdu hús burtur úr sandi.
Dreingirnir gjørdu veg upp eftir moldbakkanum inni í Mýru og brúktu sirupsblikk til bilar. Teir fingu »bilarnar« at rulla við træpettum, og teir spældu eisini við við horn av seyði. Annars spældu vit bólt inni í Oyrum, og summarkvøldini spældu vit langabólt inni millum húsini.
Jú, vit stuttleikaðu okkum óført, um vit ikki høvdu alt tað tilgjørda leikutoy, sum fæst í dag.
Vit vóru í ymiskum arbeiði, so sum torv, hoygging. Vit saksaðu velturnar, har epli skuldu setast niður.
Øll høvdu neyt. Um summarið lógu tey úti í haganum. Konurnar gingu til neytar morgun og kvøld at mjólka teimum.
Eg minnist, at konurnar gingu við stokkum og bundu hosur og annað, meðan tær gingu inn gjøgnum dalin við dyllunum á bakinum.
Sjálv gekk eg til neytar eini tvey ár, tá ið eg var 15-16 ára gomul. Tað var læruríkt at hoyra tær vaksnu konurnar siga frá ymiskum fyrr í tíðini, meðan tær gingu.
Tað kundi eisini mangan vera stuttligt, tá ið tær yngru gjørdu vart við seg. Eina ferð árliga var »neytakonuball«. Tað var sera stuttligt.
Í skúla hjá Konoy
Eg gekk so í skúla við Gøtugjógv. Lærarar vóru Símun Pauli úr Konoy, Jákup Simonsen og Helga Øregaard. Vit mundu vera eini 120 børn í skúlanum, hóast bygdirnar vóru smáar í mun til í dag. Í nógvum húsum vóru jú nógv børn.
Mær dámdi væl at ganga í skúla og hevði einki havt ímóti at lært víðari. Men tá mátti ein fara til Havnar og hava onkran at búgva hjá. Tað var ikki bara sum at siga tað tá í tíðini.
Tað mest vanliga var, at ungar gentur fóru út at tæna 14 ára gamlar. Men hjá okkum var so nógv at gera, at eg var heima, til eg gjørdist 18 ár. Eg fór tá til Havnar at vera arbeiðsgenta á hvíldarheiminum Naina. Fyristøðukvinna var Anna Joensen, sjúkrasystir úr Klaksvík. Síðan kom eg aftur til Gøtu og fór at læra at seyma hjá skræddaranum Palla Thomsen í Syðrugøtu. Tað gjørdu nógvar aðrar gentur eisini.
Um missiónskall
Tað eru ikki nakrar beinleiðis reglur fyri, hvussu mann fær eitt missiónskall. Hjá mær kom hetta so líðandi. Eg hevði verið sunnudagsskúlalærari í missiónshúsinum saman við øðrum. Tá ið eg las bíbliuna var tað, at eg fekk eina kenslu av, at eg mátti fara at fortelja øðrum um Jesus.
Eg fór so at læra til sjúkrasystir, men tað var ikki við nakrari beinleiðis ætlan. Men tá ið eg síggi aftur yvir lívið, síggi eg kortini, hvussu Gud hevur lagt alt til rættis á ein undurfullan hátt.
Eg kom 12. mai 1948, 20 ára gomul, inn á Dronning Alexandrines Hospital, har eg lærdi til sjúkrasystir. Útbúgvingin vardi trý ár. Vit vóru átta í okkara holdi. Hetta við trúboðan lá í huga mínum, men eg talaði ongantíð við nakran um tað.
So fór eg til Danmarkar og var har í tvey ár. Eg tók psykiatri á Skt. Hans hospitali í Roskilde, tók barsilspleygu í Århus, og so arbeiddi eg á Fredriksberg hospitali í Keypmannahavn. Tað blivu eini tvey ár tilsamans. So kom eg heim aftur og arbeiddi aftur á Landssjúkrahúsinum, sum tað eitur nú. Eg kom at arbeiða hálv triðja ár á sjúkrahúsinum í Havn.
Til Íslands
Men so vóru vit tvær vinkonur, sum fóru til Íslands at arbeiða á Landsspitalinum, tí stóra sjúkrahúsinum í Reykjavík.
Málið var eitt sindur fremmant at byrja við, men vit komu skjótt á lagi við tí.
Tá kom eg til møtir í KFUM. Har høvdu tey júst sent kristniboðarar til Etiopia. Tað vóru eini hjún við tveimum smáum synum. Tey vóru Kristinn Gunnlaugsdóttir og Felix Ólafsson.
Á møtunum bóðu tey altíð fyri teimum og nevndu tey við navni. Tey lósu brøv og frágreiðingar frá teimum, og hetta ávirkaði meg nógv. Eg var við at gerast eitt sindur eldri nú, eini 28 ár, so eg mátti fáa greiðu á, hvat ið skuldi henda í framtíðini.
Eg søkti á ein bílbliuskúla á Oslo, Fjellhaug Skoler. Áðrenn tað arbeiddi eg á Ullevål Sykehus í 1957. Tá ið eg fyltu 30, sá eg, at skuldu tað vera, mátti tað vera nú. Eg stríddist við Gud. Tað var ikki lætt. Eg bæði vildi og vildi ikki. Eg helt meg ikki vera egnaða. Øll onnur dugdu betri. Eg dugdi ikki at tala, og eg helt meg ikki hava tey evni, sum kravdust fyri at gerast kristniboðari. Men eg minnist, at ein dagin var stríðið so hart, at eg sigi við Gud: »Ja, eg skal fara, men so má tú taka ábyrgdina«. Tá var tað, sum ein tung byrða varð tikin av mær, og eg bleiv so óalmindiliga glað. Eg takkaði Gudi fyri, at eg skuldi fáa loyvi til at fara.
Fór at læra til jarðarmóðir
So fór eg til Bergen og arbeiddi sum summaravloysari har á Haukeland sjúkrahúsi. Meðan eg var har, søkti eg at sleppa til Edinburg at læra til jarðamóður. Eg skuldi sum trúboðari helst hava onkran eyka førleika umframt tað, at eg var sjúkrasystir.
Eg fór so aftur til Føroya hetta heystið. Hetta var í 1958.
Nýggársaftan sama ár fór eg við Polarfarinum úr Klaksvík til Grimsby við fiski. Skipari var Oliver Thomsen, ættaður úr Norðragøtu. Úr Grimsby fór eg við toki til Edinburg. Hetta var ein undarlig kensla. Á ein hátt kendi eg meg einsamalla, men hinvegin føldi eg meg at vera í Guds vilja. Eg var í Skotlandi har alla tíðina, útbúgvingin vardi. Seinna partin av útbúgvingini tók eg í Glasgow. Eg kom so heim aftur við einum fiskiskipi.
Útsend av føroyskum missiónsfelagi
Eg vildi so fegin verið send út úr Føroyum. Men hesum sá eg upprunaliga ongan møguleika fyri, tí tað var var einki ytrimissiónsfelag í Føroyum. Men eg skrivaði til Kirkjuliga Missiónsfelagið og segði, at eg hevði eitt missiónskall og spurdi, um tey vildu senda meg, hvar tað skal vera. Eg nevndi einki land. Tað vísti seg, at Alfred Petersen, sum var formaður í Kirkjuliga Missiónsfelagnum, hevði gott samband við Ísland. Hann hevði verið sjómanstrúboðari har í mong ár og kendi nógv. Tey kendu eisini meg, tí eg hevði jú gingið á møti har.
Beint tá var tann sjúkrasystirin, sum tey høvdu havt í Konso í Etiopien, farin heim, og tey høvdu onga aðra at seta í staðin. Soleiðis legði Gud tað til rættis, at eg varð send til Konso í Suðuretiopiu av Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Tískil gjørdist eg fyrsti trúboðari, sum var útsendur beinleiðis úr Føroyum.
Eg varð so send út 24. juli 1960 á eini gudstænastu í gomlu kirkjuni frá 1866 í Klaksvík. Hetta var í samband við eina ungdómsstevnu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum.
Teir, sum vóru við til vígsluna, vóru flestir stýrislimirnir í Kirkjuliga Missiónsfelagnum. Teir vóru formaðurin Alfred Petersen og sonur hansara Petur, sum var prestur. Hinir vóru Óli Ellingsgaard av Eiði, Jóan Pauli Jørgensen úr Miðvági, Eliesar Jacobsen, pápi mín. Afturat teimum var Johan Nielsen. Hann var við sum prestur í Klaksvík. Allir eru teir deyðir. Petur Petersen var tann seinasti, hann doyði fyri kortum.
So til Etiopia
Eg fór 5. september 1960 av Havnini við íslendska skipinum Heklu til Keypmannahavnar. Tann 11. september fór eg við flogfari úr Keypmannahavn. Fyrst gekk leiðin til Athen, har eg skuldi skifta til Etiopian Airlines. Flogfarið til Etiopia var beint farið, so eg mátti bíða til dagin eftir. Hetta legði eg einki í, so slapp eg at síggja eitt sindur av Athen eisini.
Kl. 22 tann 12. september hildu vit áfram til tað land, har eg skuldi koma at fáa mítt lívsstarv.
Eg minnist faldarar, sum vóru í flogfarinum, sum eg fór við. Í einum teirra stóð, at »nú er tú á veg til eitt land, har sólin skínur í 13 mánaðir«. Hetta var fyri so vítt ikki nøkur prentvilla. Søgan er tann, at í Etiopia ganga tey eftir tí julianska álmanakkanum, har vit ganga eftir tí gregorianska. Tey eru átta og eitt hálvt ár aftanfyri okkum. Tey skriva tískil nú ár 2000. Teir hava 30 dagar í hvørjum mánaði. Tá leypa 5 dagar av og seks, tá ið tað er skotár. Hesir dagar verða roknaðir sum trettandi mánaðin.
Eftir eina millumlending í Sudan koma vit til Addis Abeba, har norskir trúboðarar tóku ímóti mær.
Her skal verða nevnt, at vit vóru í samstarvi við Kristniboðsfelag Íslands, og seinni í samstarv við norsk Luthersk Missionssamband í Noregi. Vit eru fleiri missiónsfeløg, sum hava arbeitt saman í Etiopina. Umframt tey nevndu er tað Luthersk Missionsforening í Danmark og ein finsk luthersk missión, Somannen.
Í Etiopia gingu øll undir navninum Norwegian Lutheran Mission, men vit vóru lønt úr okkara egnu londum.
Í Addis Abeba, sum merkir »nýggj blóma«, var skjótt at síggja mótsetningarnar millum gamalt og nýtt, millum fátækradømi og vælstand.
Tað var løgið at koma úr Europa og til Addis Abeba. Alt var øðrvísi. Á vegnum inn frá flogvøllinum var nógv forkunnugt at síggja. Sum asnar, sum gingu undir so tungum byrðum, at teir tóktust hvørja løtu at hokna undan teimum. Aftanfyri gingu menn, sum áhaldandi slerdu asnarnir, um teir ikki gingu nóg skjótt. Onkur kom við einum bundi av livandi hønum hangandi við høvdinum niðureftir, samanbundnar í ein stong. Tær skuldu helst seljast á einum marknaði. Mær tykti synd í hønunum, sum tær hingu.
Framvið vegnum vóru smáttur, har dyrnar vóru opnar. Tá ið vit koyrdu framvið sóu vit eldin á gólvinum. Uttanfyri gingu børn og spældu.
Drotningin av Saba
Í einum øðrum faldara í flogfarinum stóð, at »nú er tú á veg til landið hjá drotningini av Saba«. Vit kenna øll frá Bíbliuni søguna um hesa drotning, sum kom at vitja Salomon kong. Hon var ovfarin av øllum hon sá, sum var nógv meira enn hon roknaði við, tá ið hon kom.
Søgnin í Etiopia sigur, at drotningin av Saba fekk ein son við Salomon kongi. Hesin drongurin kallaðist Menelik. Hann fór sum vaksin at vitja pápa sín í Jerusalem, og søgnin sigur, at tá stjól hann sáttmálaørkina hjá jødum og tók hana heim við til Etiopia. Koptiska kirkjan í Etopia sigur, at ørkin er hjá teimum. Men prógva tað kann hon ikki, sum tað sást í eini sjónvarpssending um dagarnar!
Hópdópur
Tað er eisini søgan í nýggja testamenti um hirðmann hjá Kandake drotning. Kandake var tittulin hjá drotningini. Hann hevði verið í Jerusalem og hildið bøn. Tá er tað, at Filip kom fram á hann, og hetta endar við, at etiopiski hirðmaðurin verður doyptur.
Ár 300 verður kristindómurin statsreligión í Etiopia. Har hevur tó ikki verið nøkur beinleiðis missionering. Tey hava havt hópdóp, har vatn verður slett yvir eina rúgva av fólki. Síðan fingu tey ein bláan tráð um hálsin sum tekin um, at tey eru doypt og hoyra til koptisku kirkjuna. Men tey hava ikki fingið stórvegis upplæring í kristindóminum. Koptiska kirkjan hevur nógvar kirkjur og nógvar prestar. Har ganga prestarnir runt við roykilsiskerum og messa við krossi í hond. Teir lata fólkið kyssa krossin og bíbliuna.
Fólkið veit ikki, hvat stendur í Bíbliuni. Men tey hava eina ærufrykt fyri kirkjuna. Tá tey koma hagar leggja tey seg framyvir, og tá tey kom inn í kirkjuna kyssa tey durastavirnar. Ein stór kirkja er mitt í Abbis Abeba. Hon er rund og nógvar av kirkjunum eru rundar. Aðrar eru ferhyrntar. Mitt í koptiskum kirkjum er eitt modell av sáttmálaørkini. Har sleppur eingin inn. So er ein ringur rundan um, og har er tað, at prestarnir standa við roykilsiskerunum og skipa fyri gudstænastuni. Í uttasta ringinum er fólkið, sum situr á gólvinum, og tey kunnu so sita og smápráta saman. Tey skilja kortini einki. Brúkt verður eitt deytt mál sum eitur geez, og sum eingin skilir. Bíblian var bert á hesum málinum. Men nú er hon so týdd til amarinja, sum amarhararnir skilja. Hetta er eitt trupult mál at læra. Tað eru ikki færri enn 276 bókstavir og tekn. Tað eru so nógv fólkasløg í Etiopien, og tað eru framvegis nógv, sum ikki skilja almenna málið. Flestu fólkasløgini hava ikki skriftmál.
Tað er bert ein partur av fólkinum, sum hoyrir til koptisku kirkjuna. Tað eru um 70 mill. fólk í Etiopiu, og tað eru nógv ymisk fólkasløg. Tey búgva hvør sær, hava sítt egna mál og blanda seg ikki við onnur. Hetta er kanska við at broyast eitt sindur nú.
Landið
Hildið verður, at navnið Etiopia kemur av tveimum griskum orðum. Aito sum mekrir at brenna og ops sum merkir andlit. Hetta merkir tískil: Landið har tey sólbendu búgva.
Stórur partur av landinum er hálendi og fjallaland. Uppi í hæddini eru næturnar kaldar. Niðri á láglendinum er aftur ímóti tropiskur hiti. Summa staðni eru oyðimerkur, har sum tað næstan ongantíð regnar. Aðrastaðni er tættur frumskógur, og tað skiftir frá gróðrafátækum lendi til tað gróðraríkasta, sum hugsast kann.
Fólkið er líka fjølbroytt. Tað eru minst 70 tjóðflokkar, sum hvør talar sítt egna mál. Umframt eru í landinum 200 dialektir.
Amahararnir er leiðandi tjóðflokkurin í landinum, hvat ið mentan og politikki viðvíkir. Teir eru ljósabrúnir á liti. Teir fluttu í fyrsta ártúsind undan Krist inn í landið frá Suður-Arabia og blandaðu seg við fólkið, sum tá búði í Etiopia. Teir eru av semitiskari ætt og tala eitt mál, sum minnir ikki sørt um hebraiskt. Stórur partur av teimum hoyra til koptisku kirkjuna.
Oromofólkið er størsti tjóðflokkur í landinum. Teir troðkaðu seg í 15. øld inn í landið sunnanifrá. Teirra mál, Oromo, er tað málið, sum flestu etioparar tala. Hóast tað hava teir fyri fáum árum síðani skriftmál. Bíblian er nú eisini á teirra máli. Ein partur av teimum eru muslimar. Aðrir hava tikið við koptiskari trúgv, og síðan er tað heidningar, og tað er serliga millum hesar, at kristniboðararnir starvast.
Síðan er tað somalitjóðflokkurin, sum býr í ein landsynning. Teir eru muslimar.
Seinast er at nevna Shankallatjóðflokkurin, sum býr í heitu dølunum í vestasta parti av landinum móti Sudan. Teir eru sera dimmir á liti og eru heidningar.
Her er vissuliga ein blanding av fólkasløgum, við ymiskum málum og mentanum. Men landið er eisini størri enn Frankaríki og Týskland tilsamans.
Hús og klæðir
Ymiskleikin kann lýsast við teimum ymisku húsaviðurskiftunum og klædnabúnum. Húsini eru frá vanligum sethúsum í Addis Abeba til rundar smáttur i ymiskari stødd og úr ymiskum tilfari úti um landið. Í Sidamo, millum Konso og Addis Abeba, eru smátturnar sum oftast úr flættaðum bambus og eru snotuligar á at líta. Hinvegin eru tær í Konso gjørdar av leiri við strátaki og mugu ofta umvælast.
Eisini eru klæðini ymisk frá einum plássi til annað. Amaharararnir og onkrir aðrir tjóðflokkar nýta hvít klæði. Kvinnurnar eru í kjóla við breiðum vovnum borda í neðra. Umframt nýta tær eitt stórt stykki úr sama toyi, sum tær leggja um herarnar á ein serstakan hátt. Menninir nýta buksur, sum líkjast ríðibuksum. Tær liggja at beinunum niðanfyri knæ, og eru víðari omanfyri. Afturat hava teir skjúrtu, sum teir hava uttan á buksunum og røkka niður á knæ. Uttast hava teir hvítan jakka.
Í Konso eru pløggini ikki so mong. Har nýta kvinnurnar skinnskjúrt og menninir skinnbuksur, og annars hava tey eitt teppi at sleingja um seg, tá ið kølið er. Skinnklæðini vórðu seinni bannað. Tá fóru tey at dyrka bummill og veva klæði sjálvi.
Til Konso
Í Addis Abeba er høvuðsstøðin hjá missiónini, og her verður alt tað praktiska fyriskipað í samband við virksemið kring landið. Her er eisini málskúli fyri trúboðarar og skúli fyri børn hjá trúboðarum.
Eg var verandi tveir dagar í Addis Abeba, so gekk leiðin suður eftir til Konso, sum er 600 km sunnanfyri Addis Abeba. Eg skuldi fylgjast við eini norskari sjúkrasystir, sum fór til Nigelli, ein missiónsstøð 400 km eystanfyri Konso.
Vit fóru kl. 5 á morgni við einum bussi, sum var stúgvandi fullur av fólki.
Vegirnar vóru góðir at byrja við, men blivu verri og verri. Vit leigaðu seinni ein Landrover við førara. Slíkan biltúr hevði eg ikki roynt fyrr. Stundum lá bilurin nærum á liðuni. Aðrar tíðir rendu vit høvdið upp móti takið, og komu dettandi niður á okkara viðføri.
Eg var i Negelli í 14 dagar, meðan eg bíðaði eftir einum norskum trúboðara, sum skuldi taka meg við til Konso. Í bíðitíðini hjálpti eg til á norska missiónssjúkrahúsinum, har tað var pláss fyri 60 sjúklingum.
Loksins tann 5. oktober, ein mánaða eftir, at vera farin úr Føroyum kom eg fram til Konso.
Har vóru eini íslendsk hjún Margret Hróbjartsdóttir og Benadikt Jasonarson. Eg kom sum áður nevnt at avloysa eina íslendska sjúkrasystir, sum var farin heim.
Higar til klinikkina kom á hvørjum degi hópur av sjúklingum og mong vóru sera sjúk. Tað var so javnan, at 20-30 mans komu við einum sjúklingi, sum teir skiftust um at bera langa leið.
Hvønn morgun, áðrenn vit byrjaðu, høvdu vit andakt.
Næstu ferð
Í komandi parti verður greitt meira frá søguni hjá Etiopia og um viðurskiftini í landinum, sum eru so langt frá okkara viðurskiftum, sum tað í heila tikið kann hugsast.
Eisini fær Elsa tvíburar!