Elsebeth Kristine Simonsen

var tað navn, sum fimta barnið hjá Hans Uttan fyri Garðar í Hoyvík og Súsannu úr Innistovu í Mykinesi fekk, tá sóknarpresturin Jákup Dahl í 1915 skrivaði tað í kirkjubókina.

Systkin

Tað fimta var hon av sjey systkjum, men tað fjórða var hon at fara. Í 1975 doyði John, tann kendi útróðrarmaðurin á Argjum, 66 ár. Elsti bróðirin Johan, sum var skipari og reiðari, doyði í 1989, 84 ár. Í 1993 doyði Elsa, sum var lærarinna og gift við skiparanum Johan í Gjørðum í Porkeri, 87 ár. Eftir eru Margreta, sum hevur búð í Danmark síðan hon var ung, og Anna, ið somuleiðis býr í Danmark. Einasti bróðir, ið eftir er, er Sigurd, sum býr í Hoyvík og er virkin í føroysku ferðavinnuni.



Elsebeth Kristina var uppkallað eftir ommu síni, sum var úr Heimistovu á Glyvrum. Tá hon varð fødd, helt nýstovnaði Hoyvíks skúli til í húsunum Uttan fyri Garðar, og fyrsta lærarinnan var ein ung havnargenta, Edith Jacobsen, sum eisini búði hjá teimum. Hon var hugtikin av hesi lítlu gentu, tí tíðliga sást, at hon var sera røsk. Hetta hevði hon ikki frá fremmandum. Faðirin var traðarmaður og av ítarstu útróðrarmonnum. Hann fekk skiparaprógv, men hevði sum smádrongur mist sjónina á øðrum eyganum og hætti sær tí ikki at føra skip. Hann hevði tó deksbát saman við teimum við Stein í Havn. Um hetta mundið sigldu teir langt út á hav, bæði vesturum og onkuntíð heilt á Norðhavið. Súsonnu’sa partur lá heldur ikki eftir. Á trøðni veltu tey korn, sum varð turkað í sornhúsinum, har Garðavegurin nú er. Epli og røtur vórðu velt, og hoyggið skuldi fáast til høldar. Kýrnar í kjallaranum vóru tvær, og aloftast stóð ein kálvur har eisini. Í skúlanum skuldi ovnurin kyndast hvønn morgun, skúli var hildin, og skúlastovan skuldi eisini vaskast. Altíð vóru onnur fólk í húsi aftur at teirra egnu. Men alt hetta tók hon á seg sum eina sjálvfylgju og hevði enntá tíð at veva.


Skúlin í Hoydølum

Elsebeth Kristina kom í skúla hjá Karini Samuelsen úr Kirkjubø. Skúlin var tá fluttur oman í stovuna hjá Dánial Hoydal og Atu. Hann var húsavørður á tuberklasanatoriinum, sum var í gamla húsinum í Hoydølum, har nú Studentaskúlin er, og búði í kjallaranum. Hesin barnaskúli var so góður, at tá hon var 10 ár, dugdi hon at skriva feilfrítt føroyskt. At hon hevði so góðar gávur gjørdi sítt til, at hon kom í millum- og realskúlan, og tá næmingarnir har sluppu at hava føroyskt hjá Rikard Long uttan fyri vanliga skúlatíð, fekk tann næmingur, sum dugdi best, tillutað eina av teimum tá nýkomnu orðabókunum hjá M. A. Jacobsen og Chr. Matras, og hana fekk hoyvíksgentan. Eitt annað, sum hon fekk burtur úr skúlagongdini, var tað navn, sum hon vanliga er kend undir. Karin Samuelsen helt, at Elsebeth Kristina var eitt óhandugt navn, so hon fann uppá, at hon skuldi eita Ebba. Henni dámdi ongantíð hetta navnið. Tað var ikki hon, sum hevði valt sær tað, men hini í flokkinum fóru at brúka tað. Hon bar so hesa byrði sum so nógvar aðrar avbjóðingar, sum lívið gav.


Hjá spinnaranum

Tá var eingin møguleiki fyri at fara á studentaskúla í Føroyum. Hon fekk at vita, at nú høvdu foreldrini goldið skúlan hjá henni, og nú mátti hon klára seg sjálva. Tá arbeiddi hon eitt skifti í køkinum á hospitalinum, og síðan fekk hon starv hjá Johan Evensen, sum var spinnari. Kona hansara var systir Petur Mohr Dam, og tí kom hon at kenna henda føroyska politikara heilt tíðliga í tíðini. Hon segði, at hann innast inni var ein rættiligur sjálvstýrismaður, og tað dámdi henni væl. Tað var, meðan hon arbeiddi har, at hon fekk áhuga fyri veving. Hon lærdi at veva á kvøldskúla og segði, at hon hevði altíð gjørt alt arbeiði, men tað hevði aloftast verið av tí, at hon noyddist at gera tað. Men at læra at veva var nakað heilt annað! Hon hevði ongantíð trúð at nakað arbeiði kundi vera so stuttligt sum sjálv at evna mynstur til, og tað helt hon fram við av góðum huga alt lívið.


Brúdleyp

Um hetta mundið vóru nógvar gentur, sum fóru niður til Danmarkar, men ikki dámdi henni at fara burtur upp á óvist. Hinvegin var hugurin góður at fáa sær útbúgving, og mestsum einasti møguleiki var at fara á læraraskúlan. Hon hevði tó ongan serligan hug at gerast lærarinna, men fyri at sleppa inn á skúlan mátti hon fáa eina váttan um, at hon livdi eitt siðiligt lív. Helst skuldi ein álítandi persónur skriva undir eina slíka levnaðarváttan. Hon fór til fyristøðumannin á royndarstøðini í Hoyvík, Jógvan Huusgaard, at fáa hann at skriva undir. Hann segði, at tað kundi hann saktans, men hinvegin helt hann ikki, at tað var nøkur grund hjá henni at fara á læraraskúlan, tí hon kundi fáa pláss á skrivstovuni á royndarstøðini. Hon tók av hesum tilboði og var skrivstovukvinna, til hon tann 12. januar 1938, dagin fyri at hon fylti 23 ár, giftist við Poul Wang, tilstundandi festara í Ovaru Sølgørðum í Kaldbak. Tá var stórt brúdleyp hildið harinni, og vit hava mangan møtt fólkum, sum vóru við og mintust aftur á tað við gleði. Tann tá ungi Regin Dahl var ein, og hann var líka til elliár bara so glaður fyri at hava verið við í einum rættiligum føroyskum bóndabrúdleypi.

.


Hjúnalag teirra var eitt kærleikshjúnalag. Hetta var nýtt, tí frammanundan sluppu tey ungu ikki at giftast, uttan so at foreldrini góðkendu hjúnafelagan, og tá var serliga hugt eftir, um ognirnar vóru nóg stórar. Sum dømi kann nevnast, at móðir Poul, Marin, og faðir Elsebeth Kristinu bæði vóru fødd í Hoyvík og doypt í sama vatni í Havnar kirkju. Gamalt var, at tey, sum vóru doypt í sama vatni, eisini gingu saman í hjúnalag. Tey vuksu upp sum grannar, men tað kom ikki upp á tal, at dóttir hoyvíksbóndan skuldi giftast við traðarmannasoninum Uttan fyri Garðar. Nei, hann var ikki nóg góður til hennara! Nú hendi so tað, at børn teirra giftust, og tey gomlu í ættini hjá teimum Uttan fyri Garðar hildu, at her var talan um lagnunnar speisemi.


Bóndakona

Móðir Poul dámdi væl ta konu, sum kom í húsið. Tað var bara eitt, sum hon stúrdi eitt sindur fyri, og tað var, at sonarkonan var í so hugað at veva. Marin hevði sæð, at summar av teimum hugaðu vevkonunum sótu so nógv í vevinum, at tær forsømdu at passa sín mann, og tað, helt hon, hevði verið ein ring lagna hjá soni sínum at fingið. Men hesin óttin vísti seg at vera ógrundaður, tí vevingin tók ongantíð yvirhond, og nýggja konan avrikaði til lítar alt arbeiði, sum kundi koma upp á tal í einum bóndahúsi. Hon gjørdist ein góð móðir hjá teimum fimm børnunum. Tey vóru Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits.


Hjúnalagið var eydnusamt, og mong vóru tey, sum undraðust, tí bæði vóru tey treisk. Poul dugdi sera væl við fólki, og ikki minst við smábørnum, sum hingu uppi í honum og hjálptu honum í dagliga arbeiðinum, serliga tá tað var seyðurin, sum talan var um. Tað var har ið hansara hjarta lá. Ikki tí, hann var raskur útróðarmaður og grindamaður, átti part í áttamannafarinum Miklingi, sum hann í fimmtiárunum læt fara til fornminnissavnið. Hann var eisini av dugnaligastu bóndum og var so hugaður til hetta starv, at hann gjørdist fyrsti maður í Kaldbak, sum alment fór at mjólka. Fyrr hevði hetta verið roknað sum konufólkaarbeiði burturav. Hann var eisini fyrsti næmingur á royndarstøðini, var eitt summar á einum donskum garði, og hesum útiferðum fekk hann nógv burturúr. Hann pløgdi akrar til korn og havra og brúkti eisini ross til at koyra til og úr bønum. Hann helt fram við at grundforbetra bøin, eins og faðir hansara og abbin høvdu gingið undan við, og her var tikið rívan til. Somuleiðis var hann millum teir fyrstu at fáa sær motorlíggja og onnur nýmótans tól. Men hann segði altíð, at hevði hann ikki havt hagan, har hann kundi ganga í frið og náðum og ansa seyðinum, so hevði ikki verið vert at verið bóndi. Seyður er treiskur, og fyri at vinna á honum skal maður vera enn treiskari, og tað var Poul. Ein fjalldag í várgongu kom hann dýggjvátur á rættina. Ein ær var farin á Stóravatn, men hon slapp ikki, tí hann svam fram fyri henni og fekk hana upp í aftur gonguna! Hann gjørdi sanniliga nógv fyri at fáa sín vilja.


Men tá hann kom inn til konu sína, var tað hon, sum ráddi, og hann læt hana ráða. Hon hjálpti honum at mjólka teimum átta kúnum í kjallaranum. Hon var í bønum í hoyna. Hon gjørdi ikki bert matin og vaskaði upp, men hon vaskaði eisini klæði í baljuni og skolaði tey í lækjuni. Hon var í torvi við øllum børnunum, bar burtur og kyndi eld, so tað bar til at fáa heitan munn og pannukøkur í sólskininum. Tá várfjallið var gingið, vaskaðu tey bæði ullina og turkaðu hana, nappaðu og sendu á spinnaríið, og tá tógvið kom aftur, bant hon hosur og troyggur til øll í húsinum og til sølu afturat. Ikki slepti hon tó vevinum. Undir krígnum fekst ikki toy. Poul vildi fegin hava ein nýggjan klædning. Tá setti hon seg í vevin, og har kom eitt stórt plagg burturúr, sum fór til skraddaran í Havn og kom innaftur sum ein nýmótans klædningur. Tá var vermóðirin ikki kedd av at hava eina sonarkonu, sum dugdi at veva!


Aftur til Hoyvíkar

Í Kaldbak var hon í eina góða fjerðingsøld. Hon treivst væl og var í tí kirkjuráðnum, sum útvegaði kirkjuni el-hita og eina nýgga kirkjuklokku. Men nakað eftir silvurbrúdleypið hendi tað, at morbróðirin hjá Poul, Móris bóndi í Hoyvík, segði seg hava hug at lata festið frá sær til systursonin. Samstundis var faðir hennara í Hoyvík vorðin gamal, og tí komu tey til Hoyvíkar. Tey settu tó ikki búgv Heima á Garði, men í hennara barnaheimi Uttan fyri Garðar. Hóast tey ikki vóru unglingar, fóru tey til verka á garðinum við áræði og hildu fram við at liva á sama hátt sum í Kaldbak. Poul gekk burtur í haga og á fjall til hann var 90, og hon sat í vevinum, tá nøkur løta var. Mong vóru teppini, sum familjan fekk, og heimavirkið fekk eisini nógvar favnar av turrikløðum. Framvegis var heim teirra merkt av kærleika, og altíð var tað opið fyri øllum teimum í familjuni, sum høvdu hug at hitta tey. Øll tey, sum komu inn hagar, fóru avstað glaðari, enn tey komu. Har komu ikki bert børn og barnabørn, men skyldfólk, grannar – og fjallmenn ikki at forgloyma! Elsti sonurin Eyðun hevði tikið við garðinum í Sølgørðum, tá tey fluttu til Hoyvíkar, og Hanus festi seinni í Hoyvík. Tá hann misti heilsuna, tók systursonurin úr Kirkjubø Sigert við.



Sangur og onnur áhugamál

Tá hon kom til Hoyvíkar, fekk hon aftur høvi at ganga á kvøldskúla at læra enn meir um veving, og nú fór hon undir plantuliting. Framvegis var hon íðin við stokkunum og bant til børn og ommubørn, broderaði og gjørdi listaverk á rammuvevi.


Eitt sum sermerkti hana, var hennara sangur. Hon hevði sungið frá barni av, kvøðið og dansað føroyskan dans. Fyrstu ferð hon var í dansi, var hon bert fimm ár. Tá var veitsla hildin Heima á Garði. Uppsitarahúsini Uppi í Stovu skuldu takast niður, av tí at royndarstøðin var komin í 1920, og tá varð dansað fyri síðstu ferð í tí gomlu roykstovuni. Hoyvík var ein rættilig dansibygd, og gott mál høvdu fleiri av hennara systkjum og javnaldrum, og væl dámdu bæði Poul og henni okkara gomlu kvæði. Systrarnar sungu altíð, og tær dugdu alt uttanat! Tær sungu í kórinum hjá Havnar Sangfelag, sum Jógvan Waagstein stjórnaði. Tá hon kom til Kaldbaks, hoyrdist hennara vakra rødd á halgistundum, eins væl og tá hon vaskaði ella mjólkaði, og børnini vórðu sungin í svøvn hvørt einasta kvøld, eftir at kvøldbøn var lisin. Í 1957 kom elektrisitetið til Kaldbaks, og tá skipaði hon fyri tí kóri, sum sang “Ljós yvir landið”. Tá hon kom oman aftur til Hoyvíkar, fór hon at syngja í Kristiliga sangkórinum, og tað var henni til mikla gleði. Síðstu tíðina hevur hon verið rekkjubundin á sjúkrahúsinum, men til fyri kortum hevur hon sungið allar teir sangir, sum hon dugdi so væl, og tey, sum har hava verið, hava fegnast um føgru rødd hennara.


Hon var altíð hugað at fáa meir at vita. Eitt sum hon vildi vita meir um, var slag og slekt, og tí fór hon at ganga til ættargransking, og tað var ikki hissini arbeiði, sum hon har avrikaði. Tá teldurnar gjørdust nýtiligar, fór hon at læra seg at skriva á tær, og tað lá væl fyri hjá henni sum fyrrverandi skrivstovukvinnu.


Eisini í Hoyvík varð henni sýnt álit. Hon varð vald í staðanavnanevndina og hevur verið við at áseta gøtunøvn á teimum leiðum, har hon sum smágenta var í torvi. Hon sat í kirkjuráðnum, og tá grundarsteinurin varð lagdur til nýggju kirkjuna í Hoyvík, varð heitt á hana sum elsti innborni hoyvíkingur at vera hjástødd.


Hjúnini gjørdust gomul og høvdu góða heilsu heilt upp í elliár. Poul doyði í 2004, næstan 96 ára gamal, og nú Elsebeth Kristina fór 2. juli, vantaði henni bert fáar dagar í 93½, tí føðingardagurin var 13. januar 1915. Góð vóru tey altíð. Tá Poul lá fyri deyðanum, kom hon inn til hansara. Hann kundi einki siga, men eyguni strálaðu, tá hann sá hana. Hann tók í hond hennara, lyfti hana høgt upp og mundi ikki slept henni. Løtu eftir gav hann upp ond. Nú hava tey so bæði fingið frið eftir at hava strevast í næstan eina heila øld, men vit børn eins og øll onnur, sum hava kent tey, kunnu takka fyri hvørja løtu vit hava verið saman við teimum.


Friður verið við minni teirra.


Børnini