EM: Arek Milik verður ikki við Pólandi til EM

Áleyparin hjá Juventus verður ringur at vera fyri uttan

Arek Milik var við í báðum EM-undankappingardystunum móti Føroyum

Fyrradagin spældi Póland venjingardyst móti Ukraina: Ein dystur sum pólendingar vunnu 3-1.

 

Men tað gjørdist ein dýrur sigur fyri Póland, ið er í torførum innleiðandi EM-bólki saman við Fraklandi, Niðurlondum og Eysturríki.

 

Juventus-áleyparin, Arkadiusz "Arek" Milik fekk ein knæskaða undir dystinum móti Ukraina, og tí verður hann ikki við í EM-hópinum hjá Pólandi. 

 

Havandi í huga torføru mótstøðuna, ið bíðar Pólandi verður Arek Milik hjá Pólandi at vera fyri uttan.

 

Hetta er aðru ferð á rað, at skaðar halda Arek Milik burtur frá at kappast í einum EM-endaspæli fyri Póland. Seinast var til EM-endaspælið í 2021, so Arek Milik má sigast at vera sera óheppin.

 

Arek Milik var við í báðum EM-undankappingardystunum móti Føroyum. Póland vann báðar dystirnar móti Føroyum 2-0. Arek Milik var ikki millum málskjúttarnar í dystunum móti Føroyum. 

 

Á Instagram skrivar Arek Milik, at hann er sera harmur um, at hann ikki kann hjálpa landi sínum til komandi EM-endaspælið.

 

##med2##

 

 

 

Arek Milik var við í báðum EM-undankappingardystunum móti Føroyum

Mynd: Scanpix