Í heyst hevur býráðið í Runavíkar kommunu samtykt at fara undir asfaltering uppi á Norðurhædd í Saltangará og at asfaltera høvuðsvegin gjøgnum bygdina á Skála.
EM Asfalt átti lægsta boðið.
- Asfalterað er á Norðurhædd, og í løtuni er EM Asfalt í holt við at fyrireika asfalteringina gjøgnum bygdina á Skála. Fipur og aðrar installatiónir eru partar av verkætlanini.
Tað siga tey í Runavíkar kommunu, og lagt verður aftrat, at í gjár skrivaðu Edvard Mikkelsen, stjóri í EM Asfalt og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undir sáttmálan.
Undirskrivingin fór fram í kjallaranum hjá fyrrverandi borgarstjóranum í Skála kommunu, Kára Johannesen, og tað er Sigrid J. Dalsgaard, verkfrøðingur, sum hevur fyrireikað málið fyri Runavíkar kommunu.
Myndina av Edvardi Mikkelsen og Tórbjørn Jacobsen tók Jógvan Kristiansen.