Trump um fosturtøku: Lat vera við at tosa um tað

Eftir at Trump hevði atkvøtt, varð hann spurdur, hvat hann hevði atkvøtt fyri í fosturtøkuspurninginum í statinum Florida.

Donald og Melania Trump í atkvøðuhølinum í Florida Mynd: Evan Vucci/AP/Ritzau Scanpix

- Lat bara vera við at tosa um tað, var svarið frá forsetavalevninum.

Hetta skrivar tíðindakvinnan hjá ABC News, Lalee Ibssa, á sosiala miðlinum X.

Florida er ein av statunum, sum týsdagin eisini fer at hava atkvøðugreiðslu um rættin til fosturtøku, eftir at amerikanski hægstirættur feldi Roe v. Wade avgerðina, sum vardi rættin hjá kvinnum at fáa fosturtøku í USA fram til 2022.

 

 

Donald og Melania Trump í atkvøðuhølinum í Florida Mynd: Evan Vucci/AP/Ritzau Scanpix