EM: Emil Nielsen í stórformi tá Danmark vann á Kekkia

Í bólkinum hjá Danmark vann Portugal eisini greiðan sigur á Grikkalandi

Trífaldu HM-vinnararnir, Danmark eru komnir væl frá landi við einum 23-14 sigri á Kekkia í innleiðandi bólki F í EM-endaspælinum í Týsklandi.

 

Í steðginum var støðan javnleikur 9-9. Niklas Landin í danska málinum var skiftur út við Emil Nielsen, ið svaraði álitisváttanini við at bjarga 13 av 18 kekkiskum málroyndum í seinna hálvleiki, eitt bjargingarprosent upp á 72,22 prosent. 

 

37 mál er tað minsta, ið nakrantíð er skotið av málum í einum dysti hjá Danmark í tíðini Nikolaj Jacobsen hevur verið landsliðsvenjari.

 

Danmark - Kekkia  23-14 (9-9)

 

Danmark: Mikkel Hansen 5, Simon Pytlick 4, Magnus Landin 4, Rasmus Lauge 2, Lukas Jørgensen 2, Niclas Kirkeløkke 1, Emil Jakobsen 1, Magnus Saugstrup 1, Mathias Gidsel 1, Michael Damgaard 1.

 

Kekkia : Vojtech Patzel 4, Stanislav Kasparek 3, Tomas Piroch 2, Tomas Babak 2, Jonas Patzel 1, Vit Reichl 1, Matej Klima 1. 

 

Í sama bólki vann Portugal 31-24 (18-14) á EM-debutantunum úr Grikkalandi.

 

Portugal - Grikkaland 31-24 (18-14)

 

Portugal: Francisco Costa 6, Alexandre Cavalcanti 4, Fabio Silva 4, Gilberto Duarte 3, Miguel Martins 3, Leonel Fernandes 3, Luis Frade 3, Pedro Portela 2, Joaquim Rebelo Vila 2, Salvador Salvador 1. 

 

Grikkaland: Charalampos Mallios 5, Savvas Savvas 5, Christos Kederis 5, Achilleas Toskas 4, Nikolaos Liapis 3, Anastasios Papadionysiou 1, Evangelos Arampatzis 1. 

 

Danmark og Portugal hava tvey stig hvør. Grikkaland og Kekkia hava einki stig. 

 

13. januar:

 

17.00 Kekkia – Portugal.

 

19.30 Grikkaland – Danmark.

 

15. januar:

 

17.00 Kekkia – Grikkaland.

 

19.30 Danmark – Portugal.