EM-flogbóltur: U16-gentulandsliðið úttikið

U16 gentulandsliðið, sum á heimavølli skal taka ímóti Finnlandi, Danmark, Svøríki, Íslandi og Írlandi, er nú endaliga úttikið.

U16 gentulandsliðið, sum á heimavølli skal taka ímóti Finnlandi, Danmark, Svøríki, Íslandi og Írlandi, er nú endaliga úttikið. EM-kapppingin verður í Stórhøllini á Hálsi. Fyrsti dysturin verður spældur fríggjamorgunin 4. januar klokkan 8.30. Øll liðini koma til landið við Atlantic Airways hósdagin, og gista á Hotel Føroyum.

 

Liðini eru býtt í tveir bólkar. Føroyar eru í bólki saman við Danmark og Írlandi. Í hinum bólkinum eru Finnland, Svøríki og Ísland.

 

Fríggjdagin skulu Føroyar spæla tveir dystir: 

kl. 15.00 Føroyar – Írland

kl. 19.30 Danmark - Føroyar

 

Hinir dystirnir fríggjadagin eru hesir: 

kl.  8.30  Finnland - Ísland

kl. 10.30 Danmark - Írland

kl. 13.00 Svøríki - Ísland

kl. 17.30 Finland – Svøríki

 

Hildið verður síðani áfram við hálvfinalum og finalum leygardagin og sunnudagin. Allir dystirnir verða stroymdir – um hetta er nærri kunnað um á www.fbf.fo

 

Úttiknu spælararnir eru:

TB:

Bjarta Sørensen 

ÍF:

Nicola Toftegaard

KÍF:

Milja Silvansdóttir

Kristianna Bartalsdóttir

Dráttur:

Paula Nattestad Joensen

Kristina Louisa Thomassen

SÍ:

Anja Sólja Niclasen

Bára Jansdóttir

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

Rannveig Rós Joensen

Sofía Weihe Simonsen

Tóta Búadóttir

 

Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.