Tveir dystir vóru leygarkvøldið leiktir í innleiðandi bólki F í EM-endaspælinum í Týsklandi.
Danmark vann stórsigur á Grikkalandi, meðan Portugal vann ein teprari sigur á Kekkia.
Bæði Danmark og Portugal hava vunnið seg víðari til millumspælið, men skulu spæla ein dyst mánakvøldið klokkan 19.30 um hvør fær tvey stig við sær í millumbólk 2.
Grikkaland - Danmark 28-40 (13-20)
Grikkaland: Theodoros Boskos 4, Christos Kederis 4, Achilleas Toskas 3, Nikolaos Liapis 3, Anastasios Papadionysiou 3, Georgios Papavasilis 2, Charalampos Mallios 2, Savvas Savvas 2, Stefanos Michailidis 2, Nikolaos Passias 1, Evangelos Arampatzis 1, Dimitrios Panagiotou 1.
Danmark: Michael Damgaard 10, Emil Madsen 7, Hans Aaron Mensing 5, Simon Pytlick 4, Mathias Gidsel 4, Lukas Jørgensen 4, Emil Jakobsen 2, Rasmus Lauge 1, Magnus Saugstrup 1, Niclas Kirkeløkke 1, Magnus Landin 1.
Kekkia - Portugal 27-30 (7-13)
Kekkia: Matej Klima 8, Tomas Piroch 6, Jakub Sterba 4, Vit Reichl 2, Tomas Babak 2, Vojtech Patzel 2, Jakub Hrstka 1, Stanislav Kasparek 1, Matej Havran 1.
Portugal: Martim Costa 11, Joaquim Rebelo Vila 4, Antonio Areia 3, Pedro Portela 2, Miguel Martins 2, Francisco Costa 2, Fabio Silva 2, Gilberto Duarte 1, Leonel Fernandes 1, Alexandre Cavalcanti 1, Salvador Salvador 1.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum millum Grikkaland og Danmark. Við 0:31 minuttir sæst ein frírennari hjá Jóhan á Plógv Hansen, ið ikki var settur inn:
##med2##