Føroyska manslandsliðið í hondbólti endaði í bólki 4 í komandi EM-undankappingini.
Mótstøðuliðini vera Kosovo úr styrkisbólki 4, Montenegro úr styrkisbólki 3, og Ungarn úr styrkisbólki 1. Føroyar vóru í styrkisbólki 2.
EM-endaspælið verður leikt dagarnar 13. til 30. januar í 2028. Vertslondini vera Sveis, Spania og Portugal. Um Føroyar vinna seg til endaspælið skulu okkara spæla innleiðandi bólkadystirnar í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon.
Í seinasta EM-endaspælinum vunnu Føroyar í Oslo ein knúsandi 37-24 (19-12) stórsigur á Montenegro.
Í seinastu EM-undankappingini vunnu Føroyar við Tjarnir 32-21 (13-9) á Kosovo, og á útivølli 25-23 (12-13) á Kosovo. Møguleikarnir hjá Føroyum at vinna á Montenegro og Kosovo við Tjarnir eru góðir, men talan er um torførar útivallir á Balkan við fanatiskum heimaáskoðarum.
Ungarn, ið søguliga er ein risatjóð í hondbólti verður favorittur til at vinna undanbólkin. Vónandi ber tó til hjá okkara monnum at knógva stig móti teimum við Tjarnir.
HER eru allir undanbólkarnir:
##med2##












