EM24: Ukraina er í serstøðu

EM24: Ukraina hevur ikki spælt sínar heimadystir í heimlandinum orsakað av russisku innrásini

Mynd: Stjørnuspælarin Oleksandr Zinchenko, forsetin Volodymyr Zelenskyy og fyrrverandi landsliðsvenjarin og legendan Andriy Shevchenko

Ukraina bleiv nummar trý í undankappingarbólki C aftan fyri Italia og Ongland. Ukraina mátti tí langa vegin gjøgnum Nations League fyri at koma til EM. Ukraina vann fyrst á Bosnia í hálvfinaluni og síðani á Íslandi í finaluni.

 

Venjari er fyrrverandi stórspælarin Serhiy Rebrov. Hann tekur við eftir fyrrverandi liðfelagan og størstu stjørnuni í Ukraina, Andriy Shevchenko. Teir báðir spældu saman í álopinum hjá Dynamo Kyiv í 90’unum. Hetta er eitt tíðarskeið, har Dynamo Kyiv kláraði seg millum tey bestu liðini í heiminum. Millum annað kom felagið í hálvfinalurnar í Champions League í 1998/1999.

 

Hóast Serhiy Rebrov stendur í skugganum av Andriy Shevchenko, so er tað hann, sum er søguligur toppskjútti í bestu deildini í Ukraina. Hann kláraði eisini at verða toppskjútti í Champions League kappingini í 2000.

 

Serhiy Rebrov hevði ikki eydnuna við sær, tá hann sum spælari skifti til Tottenham og síðani West Ham. Tað hevur hann hinvegin havt á venjaraleiðini. Hann hevur vunnið meistaraheitið við Dynamo Kyiv, Ferencvaros og Al Ain.

 

Ukraina hevur ikki spælt sínar heimadystir í heimlandinum orsakað av russisku innrásini. Hóast tað, so fekk Ukraina eins nógv stig og Italia í bólkaspælinum. Tí skal Ukraina ikki bara avskrivast sum eitt land í kríggi. Hetta er ein fótbóltstjóð, sum vil nakað.

 

Hópurin

 

Hópurin telur spælarar sum Andriy Lunin (Real Madrid), Vitaliy Mykolenko (Everton), Oleksandr Zinchenko (Arsenal) og Mykhailo Mudryk (Chelsea). Tað eru spælarar á hægri stigi enn spælararnir hjá bæði Slovakia og Rumenia.

 

Stjørnuspælarin er Oleksandr Zinchenko. Vinstri bakkurin hjá Arsenal er liðskipari hjá Ukraina, har hann spælir á miðjuni. Ein av styrkinum hjá Oleksandr Zinchenko er, at hann kann røkja fleiri pláss og hevur leiðaraevnir. Ukraina hevur fleiri góðar spælarar í framrættaða spælinum, men tað verður upp til spælskiparan at fáa teir í góðar støður.

 

Ukraina kemur víðari. Tá tú hyggur eftir spælaralistanum og mótstøðuni í bólkinum, so kemur Ukraina víðari. Um lutakastið háttar seg væl, so kann tað blíva til eitt fjórðingsfinalupláss.

 

Føroyar hava spælt tvær ferðir móti Ukraina. Tað var til EM 2008 undankappingina. Ukraina vann 2-0 á Tórsvølli og 5-0 í heimadystinum. Ein gjøgnumgongd av Farosoccer gevur ikki nakað tekin um, at føroysk lið hava møtt mótstøðuliðum úr Ukraina í Evropa.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

 

Andriy Lunin (Real Madrid)

 

Anatoliy Trubin (Benfica)

 

Heorhiy Bushchan (Dynamo Kyiv)

 

Verjuspælarar:

 

Yukhim Konoplya (Shakhtar Donetsk)

 

Bohdan Mykhaylichenko (P. Zhytomyr)

 

Maksym Taloverov (LASK Linz)

 

Ilya Zabarnyi (Bournemouth)

 

Vitaliy Mykolenko (Everton)

 

Valeriy Bondar (Shakhtar Donetsk)

 

Mykola Matviyenko (Shakhtar Donetsk)

 

Oleksandr Tymchyk (Dynamo Kyiv)

 

Oleksandr Svatok (Dnipro-1)

 

Miðvallarar:

 

Serhiy Sydorchuk (Westerlo)

 

Taras Stepanenko (Shakhtar Donetsk)

 

Ruslan Malinkovskyi (Genoa)

 

Mykhaylo Mudryk (Chelsea)

 

Volomydyr Brazhko (Dynamo Kyiv)

 

Viktor Tsyhankov (Girona)

 

Oleksandr Zinchenko (Arsenal)

 

Mykola Shaparenko (Dymano Kyiv)

 

Heorhiy Sudakov (Shakhtar Donetsk)

 

Áleyparar:

 

Andriy Yarmolenko (Dynamo Kyiv)

 

Roman Yaremchuk (Valencia)

 

Artem Dovbyk (Girona)

 

Oleksandr Zubkov (Shakhtar Donetsk)

 

Vladyslav Vanat (Dynamo Kyiv)

 

Mynd: Stjørnuspælarin Oleksandr Zinchenko, forsetin Volodymyr Zelenskyy og fyrrverandi landsliðsvenjarin og legendan Andriy Shevchenko