Emil Olsen prædikar í Havnar kirkju

Heldur ikki henda høgtíðsdag, langafríggjadag, ber til at savanst í kirkjum til gudstænastu. Men Kringvarpið sendir prædiku úr Havnar kirkju, har Emil Olsen, prestur, prædikar

 

Snar skrivar á heimasíðuni, millum annað um langafríggjadag:

Hetta er dagurin, tá Jesus varð krossfestur. Hann varð krossfestur um 9 tíðina um morgunin og doyði um 3 tíðina seinnapartin.

Hugskot:

Lesið tekstir til dagin: Matteus 27,27-56, Markus 15,21-37, Lukas 23,26-49 ella Jóhannes 19,17-37.


Kringvarpið fer aftur í dag at senda beinleiðis frá gudstænastu í dómkirkjuni. Eingi fólk vera í kirkju, men til ber at fylgja við í sjónvarpi og útvarpi.

Sent verður eisini hinar heiligdagarnar í páskahalguni. Páskadag prædikar Uni Næs, dómpróstur, og annan páskadag prædikar Ann Dahl Hansen.

Tað eru fleiri kirkjur, missiónshús og fríkirkjur, ið stroyma gudstænastur og møti á netinum, nú fólk ikki kunnu fara í kirkju ella á møti.

Christianskirkjan hevur eisini andakt á teirra facebooksíðu.

Nakrar aðrar kirkjur stroyma nú eisini gudstænastur á netinum. Millum aðrar Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja. Aðrir prestar hava andaktir, sum teir leggja út.

Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Betesda, Hebron, Lívdin, Siloa, Elim, Keldan, Oasan og fleiri onnur.
Nøkur missiónshús stroyma eisini á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og Trúboðin.

Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.