Emmanuel hevur eitt brot í skinnabeininum

Betri deildin menn: Emmanuel Duah verður ikki at síggja á vøllinum komandi vikurnar

Mynd: (hb.fo) Emmanuel Duah og Adolfo Sormani

Eydnan hevur ikki verið við Emmanuel Duah. Hann kom til HB undan hesum kappingarárinum, men spældi ikki fyrr enn í 8. umfari, tí uppihaldsloyvið ikki kom upp á pláss. Nú er hann skaddur og verður ikki at síggja á vøllinum fyrr enn eftir summarsteðgin.

 

- Tað var í 8. umfari ímóti B36, at vit sóu Emmanuel á vøllinum fyri fyrstu ferð. Kviki vongurin vísti góðar taktir, og var eyðsýndur í álopspartinum. Í seinna hálvleiki fekk hann eina heldur óhepna takkling, sum gjørdi, at hann mátti lata seg skifta út, skrivar HB og leggur afturat:

 

- Hóast hann var aftur á vøllinum í nakrar minuttir í síðstu viku, merkti hann enn nakað til skaðan. Og vit mugu tíverri staðfesta, at talan er um eitt brot á skinnabeinið, og tí verður hann ikki tøkur komandi vikurnar. Fyrsta metingin er, at hann verður aftur á venjingarvøllinum fyrst í august mánað.

 

Higartil hevur Emmanuel Duah spælt tveir dystir fyri HB.

 

Mynd: (hb.fo) Emmanuel Duah og Adolfo Sormani