Maðurin var einsamallur í bilinum, tá óhappið hendi. Hann var farin úr Vestmanna og koyrdi omanfyri Kvívík, tá hann brádliga misti tamarhaldið á bilinum, sum fyrst brast í bergið vinstrumegin og síðani varð slongdur innaftur á vegin, har hann bóltaði runt.
Maðurin varð beinanvegin fluttur á Landssjúkrahúsið í Havn, og tað vísti seg, at hann hevði brotið tveir ryggjageislar, umframt at hann hevði aðrar smávegis snuddir. Hann er síðani innlagdur til nærri kanningar.
Áðrenn sjúkrabilurin kom á staðið, høvdu fólk hjálpt manninum við fyrstuhjálp. Maðurin misti ongantíð vitið, tá óhappið hendi.
Bilurin er sera illa farin og verður væntandi vrak. Løgrelgan hevur illgruna um, at ov nógv ferð er orsøkin til óhappið.