Endiliga skal fuglaveiða skrásetast

Líkt er til, at landsstýrið ætlar at seta sjøtul á skráseting av fuglaveiði. Betur seint enn ongantíð, men hetta skuldi verið komið upp á pláss fyri 50 árum síðan

Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, sigur, at játtanin til Havstovuna verður hækkað við hálvari millión á fíggjarlógini fyri næsta ár.

 

- Endamálið er at tryggja, at Havstovan fær endurnýggjað og keypt tól og útgerð, sum eru neyðug í kanningararbeiðnum hjá stovninum.

 

Og síðan verður lagt aftrat:

 

- Haraftrat verður eisini farið undir at skráseta fuglaveiðu, veit landsstýrismaðurin at siga.

 

Í tíðindaskrivi, sum Fiskimálaráðið hevur lagt út, verður einki sagt um, hvør fuglaveiða skal skrásetast, men tá tað er Havstovan, sum fær økta játtan, er lítið at ivast í, at talan er um sjófugl.

 

Føroyar eru ikki raskast í skráseting og hagtølum. 

 

Vit hava veitt eitt nú lunda, lomvigi, líra og ikki minst náta í nógv ár, men her eru ongar veruligar skrásetingar av veiddum fugli, men mest bara eygleiðingar og kanningar av, hvussu støðan hjá sjófuglinum er.

 

Fara vit fleiri ár aftur í tíðina, varð lundi í túsundatali fleygaður á lundaplássum um landið. Nú er lítil og eingin lundaveiða, og lomviga hevur ikki verið veidd í bjørgunum í fleiri ár.

 

##med2##

 

Framvegis verður nógvur nátungi tikin á sjónum um heystarnar, men heldur ikki her eru nøkur neyv tøl yvir veiði.

 

Nú er so líkt til, at landsstýrið ætlar at seta sjøtul á skráseting av fuglaveiði. Betur seint enn ongantíð, kunnu vit siga, men hetta skuldi verið komið upp á pláss fyri 50 árum síðan.