Endiliga verður ítróttarhøllin í Sørvági veruleiki

- Høllin verður eitt livandi savningarstað fyri alla kommununa, har børn, ung og vaksin kunnu hittast um felags áhugamál og upplivingar. Við betri umstøðum er møguleiki at menna ítróttaliga støðið enn meira

- Síðan fyrst í hesi øldini hevur ítróttarvirksemi í Sørvágs kommunu veruliga sett Sørvág á føroyakortið. Serliga er tað flogbólturin, sum hevur verið flaggskipið, har felagið síðan 2001 hevur verið við í fleiri enn 250 finalum hjá børnum og vaksnum.

 

Men, umstøðurnar til innandura ítrótt hava verið vánaligar, men nú kemur vend í.

 

Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu.

 

Á bygdaráðsfundi hin 8. apríl í ár varð samtykt at gera sáttmála við Kanjon um bygging av ítróttarhøll í Sørvági, og nú er sáttmálin undirskrivaður. Sáttmálaupphæddin er á stívliga 43,8 milliónir krónur uttan meirvirðisgjald. 

 

- Høllin skal standa liðug í oktober í 2027, siga tey í kommununi.

 

Við einari ítróttahøll verða nógv betri umstøður til innandura ítrótt í Sørvági.

 

- Nýggja høllin verður umleið 2.000 fermetrar, og leikøkið verður 25 x 45 metrar., sum gevur gott pláss til tríggjar flogbóltsvallir á stuttsíðu og litaðan flogbóltsvøll á langsíðu.

 

Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at hæddin á leikøkinum verður 9 metrar. Umframt strikur til flogbólt, verða eisini strikur og umstøður til hondbólt, badminton og kurvabólt.

 

- Í høllini verður høvuðsinngongd, skrivstova, fýra skiftirúm, høli til felag, fitnessøkið, vesifasilitetir, sølustað og goymslupláss.

 

Í ítróttahøllini verða eisini atlit tikin til fólk við serligum tørvi, og her verður lyft, áskoðarapláss til koyristólsbrúkarar, løtta atkomu og stór skiftirúm, sum geva fólki við serligum tørvi møguleika at íðka ítrótt í høllini.

 

##med2##

 

- Høllin verður eitt livandi savningarstað fyri alla kommununa, har børn, ung og vaksin kunnu hittast um felags áhugamál og upplivingar. Við betri umstøðum er møguleiki at menna ítróttaliga støðið enn meira.

 

Í Sørvágs kommunu vísa tey á, at høllin eisini verður eitt týdningarmikið íkast til felagsskapin í Sørvági. Hon fer at mynda rammur fyri felags upplivingum og mentanarligum tiltøkum, ið styrkja samanhaldið í kommununi.

 

- Høllin verður bygd sunnanfyri dagstovnin Alvalon. Sjálvur bygningurin tekur atlit til verandi bygging, har tað serliga er framsíðan, sum við síni uppdeiling ger bygningin livandi og fólksligan.

 

Meira um nýggju ítróttahøllina, sum nú skal byggjast í Sørvági, kann lesast á www.sorvag.fo

 

##med3##