Lat tað vera sagt púra greitt:
Javnaðarflokkurin vil varðveita og menna SEV sum okkara samhaldsfasta elfelag, og elnetið og kervisábyrgdin skulu ongantíð avreiðast øðrum at eiga ella umsita.
Seinastu dagarnar hevur ávíst orðaskifti verið um orðingarnar í samgonguskjalinum um elveitingina frameftir. Tað er gott at fólk eru á varðhaldi, tí tað skal vera á tryggum, samhaldsføstum framskygdum grundarlagi, at vit gera broytingar á elveitingarøkinum.
Trygdin fyri, at ongar privatiseringar eru í samgonguskjalinum, er Javnaðarflokkurin. Í andstøðu eru vit uttan ávirkan. Javnaðarflokkurin fer ongantíð at taka undir við at privatisera grundleggjandi undirstøðukervið okkara – SEV, Atlantsflog, Føroya Tele, Vága Floghavn, strandferðsluna ella bygdaleiðir.
Stórar útbyggingar skulu gerast á orkuøkinum framyvir fyri at verða sjálvbjargin við orku. Bæði grønari og svartari orku.
Í Føroyum skulu vit eisini seta meira ferð á orkuskiftið og framleiðsluna av grønari orku, og tað gera vit við, at SEV framhaldandi eigur og hevur ábyrgd av almenna elnetinum. Tað, sum stendur í samgonguskjalinum, fer á ongan hátt at broyta tað.
Tær grønu orkuútbyggingarnar krevja stórar íløgur. Fyri at fáa størri framleiðslu av grønari orku er neyðugt at loyva fleiri vinnuaktørum at framleiða inn á netið hjá SEV, sum so keypir og selur alla elorku, ið verður flutt á elnetinum. Tað skal gerast við greiðari avtalu við SEV og kommunurnar, sum eiga SEV.
Ætlanin er eisini at loyva privatum feløgum at keypa streym frá SEV fyri heilsøluprís og at veita heildarloysnir til privatbrúkarar. Hetta skal eisini gerast í púra greiðari og gjøgnumskygdari avtalu við SEV og kommunurnar.
Tað verður ongantíð við Javnaðarflokkinum í landsins leiðslu, at SEV verður privatiserað.
Tvørturímóti vilja vit seta ferð á grøna orkuskiftið á einum samhaldsføstum grundarlagi, har øll skulu við í grøna orkuskiftið.
Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin











