Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har tað verður HM undankappingardystur í kvinnufótbólti millum Føroyar og Grikkaland. Tað heilt serliga við hesum dystinum er, at Heidi Sevdal verður á landsliðnum fyri 100. ferð. NSÍ álopsspælarin er fyrsti kvinnuligi spælarin í Føroyum, sum røkkur 100 landsdystum.
Tað eru 10 ár síðani, at Heidi fyrstu ferð var á landsliðnum, og í teimum 99 landsdystunum, sum hon higartil hevur spælt, hevur hon skorað 31 mál.
Føroyska liðið í dag: Óluva Allansdóttir Joensen – Teresa Jacobsen, Mona Rasmusardóttir, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Sara Samson Shaki, Sanna Svarvadal, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen – Heidi Sevdal
Á beinkinum: Gunnvá Lützen, Eyðgerð Berg, Súsanna Laksáfoss Godtfred, Rakul Sørensen, Julian Naomi Mortensen, Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir, Anna Caroline Brændstrup, Sólja Ernstdóttir, Fridrikka Maria Clementsen, Tóra Mohr, Rúna Jacobsen
Venjari: Pætur Clementsen
7. mars vann Grikkaland 2-0 á heimavølli ímóti Føroyum.











