Enn ein enskur fótbóltsbóklingur um Føroyar

Bóklingur við kunnandi tilfari um føroyskan fótbólt fæst nú til keyps

Skotski rithøvundurin, John Ronaldson frá Ronaldson Publications í Edinburgh í Skotlandi hevur givið út ein bókling um føroyskan fótbólt. Bóklingurin nevnist: ”Directory of Faroese Football - The comprehensive guide to football in the Faroe Islands”.


Í bóklinginum er ein kunning um øll tey føroysku fótbóltsfeløgini, og myndir av leikvøllunum hjá teimum. Øll úrslitini frá vaksnamannadeildunum frá 2008 eru eisini í bóklinginum. Haraftrat eru øll úrslitini hjá føroyska A-landsliðnum, síðani altjóða limaskapin í 1988. Úrslitini hjá teimum føroysku feløgunum í teimum evropeisku kappingunum eru eisini at finna í bóklinginum. Søguligt yvirlit yvir avrikini í steypakappingi og landskappingini hjá teimum ymisku feløgunum er eisini at finna í bóklinginum. Ein veikleiki við bókini er kortini, at niðurløgd feløg, sum Skansin og Æsir verða nevnd. Men eingin útlendingur, sum skrivar um Føroyar og føroysk viðurskifti man verða verri, enn tær keldurnar viðkomandi hevur. Annars er samlað talan um ein bókling, sum er verdur at geva útlendskum fótbóltsfjepparum, sum eina viðkomandi kunning.


Bóklingurin fæst til keyps hjá Rit og Rák í SMS, og eisini hjá H.N. Jacobsens bókahandli í miðbýnum í Havn.