Føroysku flogbóltskvinnurnar spældu í dag annan dystin í HM/EM undankappingini, sum í hesum døgum verður spælt í Føroyum.
Eftir ein lættan 3-0 sigur móti Írlandi í gjár, var roknað við eitt sindur størri mótstøðu til føroyska liðið í kvøld, tá tær møttu Liktinstein.
Tað skal vera sagt beinavegin, at føroysku kvinnurnar fingu munandi størri mótstøðu, men allíkavæl var eingin ivi í føroysku leguni. Føroyar vunnu sannførandi 3-0 eftir sett úrslitini 25-15, 25-15 og 25-21.
Felags fyri tey bæði fyrstu settini var, at tey líktust sera nógv. Mótstøðuliðið úr Likinstein legði betri út í bæði fyrsta og øðrum setti, men móti endanum av settinum, vendu føroysku kvinnurnar tí. Í triðja settinum vóru føroysku kvinnurnar omaná frá byrjan, hóast at Likinstein gjørdi eitt comeback mitt í settinum, tá tær komu upp á 17-17 javnleik.
Við sigrinum í kvøld, hava Føroyar tryggja sær luttøku til EM. Men vinna føroysku kvinnurnar í morgin móti Kýpros, hava føroysku kvinnurnar eisini tryggja sær luttøku til HM, sum eisini er málsetningurin hjá føroyska liðnum nú.
Dysturin í morgin móti Kýpros, sum er finalan í bólkinum verður spæld í annaðkvøld klokkan 18:30 í høllini á Hálsi.