Tað er vorðið dagligt arbeiði hjá løgregluni at handtaka ferðaleiðarar, sum arbeiða ólógloga í Føroyum.
Í hesum føri var tað ein ferðaleiðari, sum varð hamdtikin fyri nøkrum dagum síðani. Løgreglan tók passið frá honum, so hann ikki kundi rýma. Tað tekur nakrar dagar at viðgera, tí tað er danska Udlændingestyrelsen, sum tekur sær av slíkum.
Vakteiðarin á politistøðini sigur, at hesin ferðaleiðarin hevur fingið boð um at koma á støðina í dag eftir passinum og at fáa revsingina kunngjørda. Hann fær 3000 krónur í bót og verður útvístur av landinum í tvey ár. Orsøkin til minnu bótina er, at persónur arbeiddi fyri onkran annam, sum hevur sent hann. Um hann arbeiddi fyri seg sjálvan var bótin 50.000 krónur.











