Kuwaitski herurin upplýsir, at loftverjan hevur skotið bæði missil og dronur niður. Eisini í Bahrain vórðu loftávaringar settar í gongd.
Amerikanska herleiðslan, Centcom, sigur, at Iran sendi sjey missil móti teimum báðum londunum. Álopini koma stutt eftir, at amerikanski herurin hevði skotið fýra iranskar dronur niður nærindis Hormuzsundinum og hevði rakt tvær radarastøðir í Iran.
Sambært iransku kollveltingarverjuni eru álopini eitt svar upp á amerikansku álopini móti Iran.
Spenningurin í økinum er vaksin nógv seinastu dagarnar. Fyrr í vikuni varð ein terminalur á altjóða flogvøllinum í Kuwait raktur í einum iranskum dronuálopi. Tá vórðu minst 63 fólk særd, og eitt fólk doyði.
Iran hevur eisini hótt við at steingja Hormuzsundið heilt fyri skipaferðslu, um USA heldur fram við sínum álopum. Hormuzsundið er ein av týdningarmestu siglingarleiðunum í heiminum fyri olju- og gassflutning.
Iran leggur skuldina á Kuwait og Bahrain fyri at lata USA brúka teirra øki og hernaðarligar útbúnaðir í álopum móti Iran.
/Ritzau/










