Fyri ikki so nógvum árum síðan var tað meira óvanligt, at føroyingar tóku prógv sum flogskiparar, men so er ikki longur.
Fleiri og fleiri hava hug at royna henda »høgtflúgvandi« vinnuveg, og einki er at ivast í, at tað er ein spennandi útbúgving og eitt spennandi starv.
Leygardagin, 23. mai, fingu føroyingar enn ein flogskipara, tá Gunnleif Mikkelsen tók prógv sum flogskipari á Luftfartsskolen & Jet Air Fight Academy í Roskilde.
Gunnleif Mikkelsen er ættaður úr Havn og er 27 ára gamal.
Leiðin til útbúgvingina sum flogskipari er tikin í stigum. Hann tók fyrst maskinmeistaraútbúgving og fór síðan út at sigla eina tíð áðrenn hann fór til Danmarkar at læra at flúgva.
Áðrenn Gunnleif er fult útbúgvin sum flogskipari skal hann »samla« tímar saman.
Krøvini til flogskiparar eru sera strong, og nógvir flúgvitímar krevjast áðrenn útbúgvingin er endaliga liðug.