Í einum duldum mál um at leggja til rættis yvirgang í Danmark hevur løgreglan nú handikin ein persón afturat. Tað upplýsir Københavns Politi á sosiala miðlinum X.
Tann handtikni varð longur fríggjadagin í síðstu viku varðhaldsfongslaður in absentia – altso uttan at vera til staðar – í grundlógaravhoyring.
Í dag klokkan 14 skal tann skuldsetti, sum nú er í varðhaldi hjá løgregluni, møta í nýggjari grundlógaravhoyring í Rættinum á Frederiksberg.
Løgreglan upplýsir ikki aldur og kyn á handtikna, men DR og TV2 vita at siga, at talan er um eina kvinnu.
Tilsamans sjey skuldsett – tvær kvinnur og fimm menn – vórðu fyri í grundlógaravhyring hósdagin í sama máli, harav seks vórðu fongslað. Tríggir mans og ein kvinna vóru ikki til staðar á rættarfundinum og vórðu fongslað in absentia.
Kvinna, sum er fongslað in absentia, er 20 ára gomul. Verji hennara, Henrik Høpner, hevur onga viðmerking, sigur hann við Ritzau, og hann vil tí hvørki vátta ella avsanna, um talan er um klient hansara, sum er handtikin.
Grundlógaravhoyringin fór fram handan dupult stongdar hurðar, og almenningurin hevur tí ikki fingið upplýst, hvat tey ítøkiliga eru skuldsett fyri.
Men á tíðindafundi undan rættarfundinum upplýsti operativi stjórin hjá PET, Flemming Drejer, at fólkini eru illtonkt fyri at hava fyrireikað yvirgangsálop. Hvar og hvussu tað skuldi gerast, er ikki greitt.
Trý av teimum skuldsettu vórðu handtikin í eini umfatandi »trygdaroperatión«, sum varð framd hósmorgunin fleiri staðni í Danmark.
Operativið stjórin vildi ikki siga nakað um mál og motiv, men segði, at málið hevur træðrir til bandaumhvørvið, forbodna bandan Loyal To Famila og til persónur í bæði Danmark og uttanlands.
Hann segði harumframt, at løgreglan heldur vakið eyga við jødiskum støðum.
Sambært ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, hava fleiri persónar í danska yvirgangsmálinu arbeitt vegna hernaðarligu rørsluna Hamas. Tað segði hann eftir handtøkurnar í Danmark hósdagin.
Upplýsingarnar um sambandið til Hamas eru tó ikki váttaðar av donskum myndugleikum.
Eins og við grundlógaravhoyringina hósdagin fer ákærumyndugleikin at biða um dupult stongdar hurðar undir rættarmálinum í dag.
Um dómarin eftirlíkar ynskinum, fær almenningurin einki at vita um, hvat tey handtiknu eru skuldsett fyri.
/ritzau/