Líkt er til, at B36, sum á fyrsta sinni í søgu felagsins hevur vunnið tvey meistaraheiti á rað, fer eftir triða meistaheitinum á rað í komandi kappingarári. Fyrr í dag kunngjørdi felagið, at føroyski landsliðsleikarin, Róaldur Jacobsen, sum hevur verið ímillum týdningarmestu menn hjá B36 í ár, hevur longt um sáttmálan.
Róaldur er sentralur miðvallari, og hevur hann ongantíð umboðað annað felag enn B36. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá B36 í 2008 sum bert 17 ára gamal, og har hevur hann átt fastan sess síðani. Í dag er hann 24 ára gamal.
Róaldur Jacobsen er eisini føroyskur landsliðsleikari. Hann hevur spælt tveir landsdystir fyri Føroyar í verandi undankapping.