Aftaná 10 dystir eru Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík framvegis ósigraðir, og í kvøld gjørdist talan um enn ein stórsigur.
Víkingur vann á útivølli 5-1 á Vali á vøllinum á Hlíðarenda í Reykjavík. Longu í steðginum var støðan 3-0.
Valur-Víkingur Reykjavík 1-5 (0-3)
0-1 Helgi Guðjónsson ('5 )
0-2 Óskar Borgþórsson ('34 )
0-3 Óskar Borgþórsson ('36 )
0-4 Óskar Borgþórsson ('52 )
1-4 Tryggvi Hrafn Haraldsson ('60 )
1-5 Karl Friðleifur Gunnarsson ('84 )
Í kvøld spældi Gunnar 85 minuttir áðrenn hann var skiftur út.
Víkingur er fremst í deildini við 28 stigum fyri 10 dystir. Í hesum 10 dystunum hevur Víkingur skotið 34 mál, og hevur bert latið inn seks mál.
Næst fyri hjá Gunnari eru tveir dystir við landsliðnum í Baltic Cup. 6. juni móti Estlandi, og 9. juni móti antin Litava ella Lettlandi.











