- Ein bygningur í fimm hæddum í Osnovianskyi-økinum í Kharkiv er í kvøld raktur av russiskum dronum.
Tað skrivar guvernørurin í økinum, Oleh Synegubov, á boðtænstuni Telegram seint í kvøld.
Sambært borgarstjóranum í Kharkiv, Ihor Terekhov, hevur ein russisk drona eisini rakt eitt parkeringshús nærindis íbúðarbygningum.
Eldur er bæði í parkeringshúsi og bilum.
- Vit frætta um fleiri løstað í Osnovianskyi og Slobidskyi-økjunum, skrivar borgarstjórin í Kharkiv á Telegram.
Sagt verður, at russisk dronuálop eisini hava verið í útryðjuni av Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina.











