Randers FC boðar í dag frá, at 19 ára gamli Karl Dreier Leth skiftir til AB. Hann er ein framrættaður miðvallari, sum kemur til Føroyar fyri at fáa spælitíð í vaksnmannafótbólti.
- Eg havi fingið eitt spennandi tilboð frá AB, sum eg ynskti at taka av. Eg gleði meg til eitt útlandsævintýr og nógva spælitíð, so eg kann menna meg sum fótbóltsspælara, sigur Karl Dreier Leth.
Úr Randers verður sagt, at 19 ára gamli Karl Dreier Leth hevur ment seg væl í felagnum, men at tað er langt á mál til spælitíð á besta liðnum. Karl Dreier Leth er ein av fleiri nýggjum spælarum á Argjum. AB hevur eisini fingið tilgongd av teimum spælarum úr Argentina og teimum úr USA. Tveir teirra eru kunngjørdir, men tað verður arbeitt við at fáa tað seinasta upp á pláss.











